Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafrøðingar: Grønland oyðir hóttan fugl

Danial Viðoy

Grønland risikerar at oyða tann sokallaða polarlomvigan, um politikkarar í Nuuk endurnýggja loyvið at veiða fuglin, ið bert verpur eitt egg um árið.

Grønland risikerar at oyða tann sokallaða polarlomvigan, um politikkarar í Nuuk endurnýggja loyvið at veiða fuglin, ið bert verpur eitt egg um árið.

Tað óttast ”Dansk Ornitologisk Forening” (DOF) fyri. DOF hevur í opnum brævi heitt á mynduleikarnar í Grønlandi, um at lata vera við, at endurnýggja loyvið frá 2001.

– Lomvigin doyr allarhelst út, um hann verður veiddur í verpingartíðini. Fuglurin er, sum vera mann, mest sárbærur hesa tíðina, vísir formaðurin í DOF, Egon Østergaard, á.

– Tað er hol í høvdið at veiða ein stovn, sum er so illa fyri; og serliga í verpingartíðini.

Lívfrøðingar vilja friða polarlomvigan

Lívfrøðingar vilja vera við, at hetta er síðsta útkall fyri Grønland, um teir vilja varðveita polarlomvigan. Verður loyvt at veiða í vár, kemur hesin fuglastovnurin ongantíð fyri seg aftur.

Í Diskobuktini eru seinastu 60 árini 97 prosent av búfuglunum – sambært DOF – horvin. Og í útnyrðingspartinum av Grønlandi eru eini 250.000 pør oydd, orsakað av ovurveiðu.

Síðani 2001 hevur verið loyvið at veitt lomviga, men ikki um várið og í verpingartíðini. Lívfrøðingarnir í Grønlandi heita á mynduleikararnar um, at friða fuglin heilt.

Polarlomvigin verpur fyrstu ferð, tá ið hann er fimm ára gamal. Sum kunnugt verpur hann eisini bert eitt egg. So her er talan um eitt viðkvæmt fuglaslag.

Líkindini er ikki góð fyri, at grønlendskir politikkarar fara at friða fuglin. Júst nú er meirilutin fyri at loyva lomviga-veiðu um várið.

Kelda: Politikken