Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Jóhannus til EB/Streym

Jákup Ósá

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt ein 2 ára sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen, sum kemur at spæla við felagnum frá komandi ári.


Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. Pól Jóhannus er í læru sum elektrikari í Havn og váttaði í seinastu viku fyri nordlysid.fo, at hann var opin fyri at skifta felag. Sostatt missir NSÍ landsliðsleikara, ið eisini er uppvaksin í felagnum. Pól Jóhannus er fastur partur av A-landsliðinum og tískil gevur hann væntandi eisini fitt av ECA pengum aftur til felagið, tá hesir vera býttir út í 2016.