Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrður Skaale fegnast eisini um EXIT GERHARD

John William Joensen

Sjúrður Skaale, sum fór úr Tjóðveldi tá hann gjørdist ósamdur við flokksleiðsluna og sum eftirfylgjandi var valdur á Fólkating fyri Javnaðarflokkin, skrivar at …….farnu árini er føroyskur politikkur blivin ”berlusconiseraður”. (…antin siga farvæl við persónin – ella siga farvæl við sítt egna trúvirði…)

Sjúrður Skaale, sum fór úr Tjóðveldi tá hann gjørdist ósamdur við flokksleiðsluna og sum eftirfylgjandi var valdur á Fólkating fyri Javnaðarflokkin, skrivar at …….farnu árini er føroyskur politikkur blivin ”berlusconiseraður”. Tað hevur snúð seg um at sleppa framat valdinum fyri einhvønn prís – eisini við lyftum, sum øll vita eru følsk……. Av ótta fyri at missa atkvøður, hevur eingin flokkur torað at kravt disiplin av sær sjálvum. Fólk á sama lista hava lovað ymiskan politikk á somu økjum.

….. At fleiri lokalfeløg í Javnaðarflokkinum nú skjóta upp at ekskludera Gerhard Lognberg, er eisini ivasamt reint taktiskt. Tað kostar jú atkvøður.

Men skal ein flokkur hava trúvirði, má hann virka sum ein eind. Tann, sum aftur og aftur er ósamdur um grundleggjandi mál, má antin geva seg undir meirilutan – ella fara. Ger hann hvørki, má flokkurin antin siga farvæl við persónin – ella siga farvæl við sítt egna trúvirði.

Higartil er tað trúvirðið, sum hevur verið offrað. Tað er lættari. Men ikki rættari…….