Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sosialurin heitir nú beinleiðis á Kristin Michelsen um at fara úr Javnaðarflokkinum

John William Joensen

Blaðstjórin í Sosialinum fleingir Gerhard og Hendrik Old og heitir á Kristin Michelsen um at fara úr Javnaðarflokkinum.

Blaðstjórin í Sosialinum fleingir Gerhard og Hendrik Old og heitir á Kristin Michelsen um at fara úr Javnaðarflokkinum.

Tað var longu greitt valkvøldið, at nýggja tingmanningin ikki á nakran hátt kundi vera stjórnarberandi. Løgmaður segði beinleiðis, at hann kundi ikki samstarva við Javnaðarflokkin……

– Øll vita, at Gerhard Lognberg hevur ligið í støðugum stríði við floksleiðsluna. Henrik Old hevur beinleiðis arbeitt ímóti leiðsluni og flokkinum í valstríðnum, og Kristin Michelsen á Tvøroyri er ikki júst kendur fyri at vera serliga kompromisøk…

….Kristin Michelsen dyrgir nú eftir at koma í onkra martýrstøðu við eisini at verða tveittur út. Hann var í seinastu uppgerð tann tingmaður, sum hevur møtt ringast upp í løgtinginum. Hann er hægst lønti politikarin í Føroyum við løgtingsløn og borgarstjóraløn upp á um­leið 90.000 kr. um mánaðin. Hann er kendur fyri sjáldan at taka orðið á tingi og mangan at fara suður við Smyrli, áðrenn atkvøtt verður…..

….Men álvaratos, hvat er problemið Kristin Michelsen? Um tú heldur ikki kennir teg heima í hasum flokkinum, so er bara at fara heldur enn at troytta Føroya fólk við hasum glantrileikinum, sum í besta føri skapar stikni fyri politikki…..

Kendi seg illa viðfarnan

Í samrøðu sum Norðlýsið gjørdi við Gerhard Lognberg, segði hann seg beinleiðis at hava verið fyri forfylging av Eiriki Lindenskov.

– Tað kendist tí illa at Kringvarpið brúkti blaðstjóran í Sosialinum sum politiskan viðmerkjara í samband við at eg var tveittur úr flokkinum. Hansara støða til mín persón var kend frammanundan.