Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FarGen Summit 2013

Dávur Winther

19. og 20. septembur í ár varð skipað fyri áhugaverdu altjóða ráðstevnuni FarGen Summit 2013 á Hotel Føroyum. Ráðstevnan er ein partur av FarGen verkætlanini og hevur m.a. til endamáls at gera árligan status fyri FarGen verkætlanini og at skapa eitt altjóða samstarvsnetverk fyri granskarar, heilsuverk og vinnu.

Talan var um eina røð av vísindaligum fyrilestrum, har granskarar greiddu frá virksemi teirra og mongum ymisku granskingarøki teirra. Við á ráðstevnuni vóru bæði føroyskir og altjóða viðurkendir granskarar, sum m.a. vóru við til slóðbrótandi verkætlanina Human Genome Project i 2003, har allur arvastrongurin hjá menniskjum fyri fyrstu ferð nakrantíð var lisin.

Vit vóru tríggjar, sum settu okkum fyri at vera við til FarGen Summit. Talan er um Duritu Mohr, lesur mýlislívfrøði, Malan Johanssen, lesur lívfrøði og Guðrun Winther, lívfrøðingur og Ph.d. lesandi. Allar lesa á Aarhus Universitet í Danmark. Vit høvdu lisið, at James Watson skuldi vera ein av fyrilestrahaldarunum, so tíðliga varð avgjørt, at hetta sanniliga mátti verða eitt høvi at fara ein túr til Føroyar. James Watson er kendur fyri, saman við Francis Crick, at uppdaga uppbygnaðin av arvastreinginum (DNA). Hetta vann hann Nobel heiðursløn fyri í 1962, og er hann við í øllum lærubókum um DNA.

James Watson

Tíverri mátti 85 ára gamliJames Watsongeva avboð at koma tann langa vegin úr Amerika av heilsuávum. Men heilt snýtt vórðu vit tó ikki, tí ein samrøða varð gjørd við hann, sum bleiv víst á stórskíggja til ráðstevnuna. Um FarGen verkætlanina, segði James Watson m.a., at hetta er ein verkætlan, sum fleiri fólk uttanfyri Føroyar eru bergtikin av. Hann legði afturat, at fleiri av teimum fremstu innan hetta granskingarøkið eru við á ráðstevnuni og eru sera áhugað í verkætlanini.

Hetta eru genomgranskarar í heimsflokki, sum eru áhugaðir í FarGen verkætlanini, og tað gjørdust vit faktiskt rættiliga positivt yvirraskaðar yvir, m.a. tí vit hava hoyrt onkrar minni góðar hugsanir um FarGen úr Føroyum.

Hvat er FarGen verkætlanin?

FarGen verkætlanin gongur í stuttum út upp á at lesa arvastrongin hjá føroyingum. Øll data frá kortlesingini verða goymd í einum ílegudátagrunni. Endamálið er at knýta hesa vitan afturat sjúklingaskránni hjá tí einstaka borgaranum fyri at betra um sjúkufyribyrging og sjúkuviðgerð og at menna eitt dátusavn við genomdata í Ílegusavninum. Føroyar eru eitt gott granskingarøki í hesum høpi, tí vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk og harafturat tí talgildu heilsuskipanina (THS).

Men møguleiki verður eisini fyri at søkja um loyvi at brúka genom-dáta til ymiskar ílegu- og heilsuverkætlanir. Og tað er serliga á hesum økinum, at vit tríggjar eru spentar um verkætlanina. Føroyar eru ein sera áhugaverd fólkabólkur, tá ið talan er um ílegugransking. Tá ið Føroyar eru so lítlar og avskornar frá umheiminum, merkir hetta í einum lívfrøðiligum samanhangi, at íleguvariatiónin eru lítil – tí egna Føroyar seg væl til hetta slagið av gransking.

Genom kortlesingar eru ikki bert aktuellar í Føroyum. Bæði í Danmark og í Onglandi eru líknandi genom verkætlanir á veg, men tað sum skilir tær frá FarGen verkætlanini er, at tær í fyrsta umfarið ikki ætla at kortlesa allar íbúgvarnar í hesum báðum londum. Men felags fyri allar tríggjar verkætlaninar er ynski um at betra um persónligu sjúkufyribyrging og sjúkuviðgerð.

Skapar arbeiðspláss í Føroyum

Ein av fyrilestrarhaldarunum var sera positivur um, at sjálv kortlesingin skal gerast í Føroyum. Sum nú er, t.d. í Danmark verða royndir ofta sendar til Kina at kortlesast, tí hetta er bíligari. Men tá ið hetta skal gerast í Føroyum, so skapar tað ein tørv á nógvum útbúnum fólki innan ymiskar greinar, so sum nátturuvísind, heilsufrøði, samfelagsfrøði, hagfrøði og búskaparfrøði. Tí er hetta samstundis ein upplagdur møguleiki fyri at fáa útbúnar føroyingar og útlendingar heim til Føroya.

Netverk

Á slíkum ráðstevnum er áhugavert at gerast partur av, ella fáa innlit í, hvat granskað verður í, og eftir hvørjum leisti farið verður til verka. Tað er ikki minni áhugavert at fáa samband við hesi fólk og tey mongu lesandi, sum eisini vóru við – networking, sum tey kalla. Hetta er eitt gott høvi at ogna sær vitan um tilgongdir í granskingarhøpi. Nógvir av fyrilestrarhaldarunum vóru føroyskir granskarar. Hugurin at koma heim aftur at granska gjørdist alt størri av at vita, at tað er vaksandi virksemi innan heilsugransking í Føroyum.

Ráðstevnan var væl eydnað. Stuðul varð veittur til lesandi og hetta gjørdi tað møguligt hjá okkum at koma heim til tiltakið. Ætlanin er at FarGen Summit skal vera eitt afturvendandi tiltak, sum verður hildið einaferð um árið. Vit tríggjar koma heilt avgjørt aftur næsta ár. Um FarGen verður veruleiki, verður tað fyrstu ferð nakrantíð, at arvastrongurin hjá eini heilari tjóð verður lisin. Um vit ikki gera tað í Føroyum, so fer okkurt annað land at gera tað, kanska Ísland, sum hevur verið virkið á hesum øki – Hevði tað ikki verið kul, at Føroyar vóru tey fyrstu, sum gjørdu tað?