Í sambandi við at Heimið við Vágna er klárt at taka í nýtslu, verður almenn móttøka leygardagin 9. november frá kl 14.00 til 16.30, har øll eru vælkomin at síggja bygningin.
Í sambandi við at Heimið við Vágna er klárt at taka í nýtslu, verður almenn móttøka leygardagin 9. november frá kl 14.00 til 16.30, har øll eru vælkomin at síggja bygningin.
Almenna móttøkan byrjar kl. 14:00 seinnapartin leygardagin, og verður byrjað við einum hátíðarløtu, har Heimið við Vágna verður tikið alment í nýtslu.
Skráin fyri løtuna er henda:
·Felagssangur
·Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.
·Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur røðu.
·Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ber fram røðu og handar síðan Heimið við Vágna til landsstýriskvinnuna.
·Tónleikaframførsla, Klaksvíkar Tónlistaskúli.
·Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, sigur nøkur orð.
·Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, heldur røðu.
Áftaná verður kaffi og okkurt afturvið, samstundis sum fólk kunnu síggja bygningin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
– – –
Tað var 15. juni í 2010, at Klaksvíkar Býráð samtykti, at farast skuldi undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Tikið var einmælt undir við, at hvørt búrúm skuldi vera 34 fermetrar til støddar, soleiðis at rúmini er mest lík smáum ”íbúðum” heldur enn kømurum. Hetta má sigast at vera slóðbrótandi verkætlan innan eldraøkið í Føroyum.
Hesin stásiligi bygningur, sum Klaksvíkar Kommuna hevur latið byggja, er skipaður í trimum búeindum, sum hvør inniheldur 8 smáar ”íbúðir”við tekøki og baðirúmi. Hetta gevur m.a. møguleika at fara ”inn til sín sjálvs” at gera ein drekkamunn og at hava avvarðandi á vitjan undir meira heimligum umstøðum. Til hvørja búeind er felags køkur og uppihaldsstova, umframt onnur rúm til starvsfólk, goymslu o. líkn.




