Høvuðspersónurin vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, ið vælvitandi keldur hjá Norðlýsinum vilja vera við um, hvør verður nýggjur NSÍ venjari hjá Effo liðinum.
Høvuðspersónurin vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, ið vælvitandi keldur hjá Norðlýsinum vilja vera við, um hvør verður nýggjur NSÍ venjari hjá Effo liðinum.
Tað verður eitt kend andlit í NSÍ umhvørvinum, ið eftir øllum at døma tekur yvir í NSÍ. Tann lokali Trygvi Mortensen er eftir øllum at døma maðurin, ið NSÍ hevur útpeikað sum nýggjan høvuðsvenjara. Vælvitandi keldur hjá nordlysid.fo vita at siga, at alt bendur á, at Trygvi verður kunngjørdur hjá NSÍ í einum av komandi døgunum.
Vil ikki gera stórvegis viðmerkingar
Sjálvur høvuðspersónurin vil hvørki vátta ella avsanna stórvegis, tá vit spyrja, um samband hevur verið millum NSÍ og Trygva.
– Eg vil hvørki vátta ella avsanna nakað. Og um eg havi tosað við NSÍ ella havi áhuga at gerast venjari í Effodeildini, tað havi eg ongar viðmerkingar til. Eg havi útbúgvingina, ið krevst, men eg kann staðfesta, at eg havi einki undirskrivað enn, sigur ein fáorðaður Trygvi Mortensen við nordlysid.fo í kvøld.
Fáu orðini hjá Trygva benda eisini á, at vælvitandi keldurnar hjá Norðlýsinum hava greiði í sínum máli um, at tað verður Trygvi Mortensen, ið tekur yvir eftir Heðin Askham hjá NSÍ, hóast fyrivarni altíð skal takast, tá einki er undirskrivað.
Sum skilst verður Helgi L. Petersen helst hjálparvenjarin hjá Trygva.