Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er arbeiðið at eftirmeta skipanina við ættleiðing byrja?

eyðgunn Samuelsen

Annika Olsen landstýriskvinna í almannamálum skal svara munnligur fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um skipanina við ættleiðingarstuðli.

Annika Olsen landstýriskvinna í almannamálum skal svara munnligur fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um skipanina við ættleiðingarstuðli.

Í fyrispurninginum spyr Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum:

1. Er arbeiðið at eftirmeta skipanina við ættleiðing byrja?

2. Um ja, hvørji viðurskifti í skipanini verður hugt at, og nær kann væntast, at eftirmetingin verður liðug?

3. Kemur eftirmetingin at hava avleiðingar fyri játtanina á fíggjarlógini fyri 2014?

Í viðmerkingunum til spurningin sigur Eyðgunn soleiðis:

Seinnu árini er barnatalið í Føroyum minka nógv, samstundis sum tað er vorðið fíggjarliga tyngri at ættleiða børn. Nógv viðurskifti í samband við ættleiðing eru broytt síðan ár 2000, tá ið hesin stuðulin varð samtyktur í Løgtinginum.

Sambært Ættleiðingarfelagnum, so er kostnaðurin fyri at ættleiða børn øktur munandi seinnu árini, meðan stuðulin til ættleiðing hevur staðið í stað.

Í 2000 varð ættleiðingarstuðulin samtyktur í Løgtinginum, hann var tá 50.000 kr. Í desember 2008 hækkaði stuðulin til 75.000 kr. Í 2009 var ættleiðingarkostnaðurin kr.95.000 hesin er í dag kr.154.100, t.v.s. ein hækkan á meira enn kr. 60.000.

Útreiðslurnar til ferðing eru eisini nógv øktar. Krøvini til, hvussu leingi ein skal vera í landinum, tá ið ein heintar barnið, eru eisini herd, frá 1 viku til 4-5 vikur.

Við galdandi stuðulsskipan er tað ein fíggjarlig forðing, um foreldur kunnu ættleiða, ella ikki. Til dømis er tað so í dag, at stuðulin, ið verður játtaður, ikki verður útgoldin fyrr enn langt aftaná, at barnið er komið. Foreldrini hava nógvar útreiðslur í tí longu tilgongdini, ið tað er at ættleiða. Hetta ger at fleiri mugu seta seg í stóra skuld, um tey skulu ættleiða.

Umframt fíggjarligu viðurskiftini eru fleiri onnur viðurskifti viðvíkjandi ættleiðing, har vit eru afturútsigld. Millum annað kann nevnast, at vit ikki hava nakað tilboð um fyrireikandi skeið í góðkenningar tilgongdini og einki tilboð um hjálp/vegleiðing, tá ið foreldrini eru komin heim við barninum. Ein fær ikki farloyvi, áðrenn ein fær barnið, og eingin skipan er, har ið støk kunnu fáa barnapening.

Øll hesi nevndu viðurskifti gera, at tað er neyðugt at endurskoða okkara skipan viðvíkjandi ættleiðing. Fyri at fáa staðfest, hvat ið landstýriskvinnan ætlar á hesum økinum, vera hesir spurningar settir.