Øssur Hansen væntar, at sáttmáli við B68 verður undirskrivaður skjótt. Men hann hevur sett nøkur krøv til leiðsluna um styrk til hópin, fyri at halda fram sum venjari.
Øssur Hansen vandi í ár B68, har tað eydnaðist at flyta upp aftur í Effodeildina eftir bert 1 ár í 1.deild. Men Øssur hevur ikki sáttmála fyri komandi ár. Tó bendur okkurt á, at hetta kemur uppá pláss skjótt.
– Eg havi ein sáttmála at taka støðu til. Men tað eru nøkur viðurskiftir, ið skulu koma uppá pláss fyrst og tað er fyrst og fremst spælara styrkur, ið vit tosa um tá. Eg og leiðslan eru samd um hetta. Samráðingar eru við fleiri føroyskar leikarar, men hvussu langt tað er komið við tí, dugi eg ikki at siga. Men mín persónliga framtíð verður avgjørd innan stutta tíð og eg vænti og vóni, at eg haldi fram sum venjari hjá B68, sigur Øssur Hansen við nordlysid.fo
Hann vil hvørki avsanna ella vátta, at Jógvan Martin Olsen skal hava ein hjálpar leiklut í B68 næsta ár. Tað loysnina vilja væl vitandi keldur hjá Norðlýsinum vera við, at B68 arbeiðir við.




