Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Raksir klaksvíkingar og fuglfirðingar á Lansarote

Dávur Winther

Við í flúgvaranum í gjár vóru 21 raksir og fótbóltsglaðir klaksvíkingar og fuglfirðingar ávegis til Lansarote. Teir liggja eina nátt í Keypmannahavn og so gongur leiðing suður til Lansarote, sum bíðar teimum við umleið 25 hitastigum.

Við í flúgvaranum í gjár vóru 21 raksir og fótbóltsglaðir klaksvíkingar og fuglfirðingar ávegis til Lansarote. Teir liggja eina nátt í Keypmannahavn og so gongur leiðing suður til Lansarote, sum bíðar teimum við umleið 25 hitastigum.

Hvønn morgun snimma verður byrjað við fótbólti – innandura fótbólti. Teir eru skipaðir í fimm lið, sum spæla í móti hvørjum øðrum í eini kappingarskipan. Til ber eisini at enda við eini størri uttandurakapping, um onkur torir at bjóða teimum av, hildu teir fyri.

Tá ið fótbólturin er liðugur um dagarnar, ber til at luttaka í alskyns venjingum – renning, tennis, fittnes og eru fleiri teirra eisini vorðnir rættiliga kønir í serfing. Jú, har er nógv at fara til og hvør lykkja verður toygd.

Góður matur og gott lag við nógvum sangi er eisini ein sjálvsagdur lutur og tí var eisini guitarur, Grøna bók og fleiri sangappir ein patur av viðførinum.

Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri ár í november at fara til Lansarote, og verður lagt nógv fyri at kunna við hesa serligu ferð, sum hevur knýtt rættilig vinarbond hjá hesum røsku monnunum, ið annars røkja hvør sína vinnu á ymiskum mótum.

Vit ynskja teimum góða ferð!