Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bogi Løkin venur aftur

Jákup Ósá

Bogi Løkin er byrjaður at venja við bólti aftur í danska felagnum Frem.

Bogi Løkin er byrjaður at venja við bólti aftur í danska felagnum Frem.

Bogi Løkin hevur havt ein álvarsligan skaða, og tí spældi hann ikki so nógv við ÍF í 2012. Síðani er hann farin til Danmarkar í lestrar ørindum. Men nú er hann byrjaður aftur at venja og tað gongur rætta vegin.

– Eg havi vant eina tíð í Frem. Í samráð við fysiska venjaran havi eg ikki nortið bólt til fyri stuttari tíð síðani. Eg venji enn ikki við fullari ferð, men málið er, at koma heilt fyri meg til byrjanina av 2014. Tað gongur tann rætta vegin og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Bogi Løkin við Norðlýsið.


Avvísir ikki Effodeildina

Tá vit spyrja Boga, um hann fer at spæla í Danmark í 2014 ella um hann møguliga verður partur av føroyskum fótbólti, so dugur hann illa at siga nakað um júst nú.

– Eg eri í gongd við útbúgving, so tað avmarkar møguleikarnar. Men eg skal ikki avvísa møguleikanum at spæla eitt tíðarskeið í Føroyum, um tað ber til at fáa at passa saman. Men hatta er alt ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur fyrrverandi landsliðsleikarin Bogi Løkin.

Frem spælir í 3. bestu donsku deildini og er Andreas Lava Olsen eisini partur av hópinum.