Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá kvinnurnarn hjá VB og Stjørnuni hittust í Vági í dag. Undan dystinum var greitt, at mest tíðandi leikarin á stjørnuliðnum rumænska Ana-Maria ikki kundu verða við vegna leikbannað, og tað gjødi ikki uppgávuna lættari, at Una Váðklett mátti geva avboð til dystin. Sostatt mátti unga stjørnuliðið til Vágs uttan tveir teir mest roynd leikarnar.
VB setti seg dystin frá fyrsta bríksli av, og økti støðugt um leiðsluna, sum dysturin leið. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 35-21 sigur til heimaliðið.
Sigast skal tó, at ungu stjørnunleikarnir stríddust væl, og royndu at geva VB mótstøðu, men har var ikki nógv at gera móti meira royndu og kviku VB-leikarunum.




