Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj fløga við live lovsangi úr Kelduni

www.keldan.fo

Nýggj fløga kemur nú á marknaðin. Á fløguni eru lovsangir úr samkomuni Kelduni, Skálafirði. Tað serstaka við fløguni er, at hon er ein live­upptøka frá lovsangskvøldi, sum var í Kelduni 7. juni í ár.

Nýggj fløga kemur nú á marknaðin. Á fløguni eru lovsangir úr samkomuni Kelduni, Skálafirði. Tað serstaka við fløguni er, at hon er ein live­upptøka frá lovsangskvøldi, sum var í Kelduni 7. juni í ár.

Stórur partur av sangunum eru skrivaðir í tí lovsangsumhvørvi, sum eyðkennir Kelduna. 13 sangir eru á fløguni og eru teir allir á føroyskum. Heitið á fløguni er “Tú talar vón”, og tað er júst hetta, sum er hjartað í sangunum og tónleikinum.

Keldan vil røkka út til menniskju við sangi og tónleiki, sum dýrmetur Gud. Vónin hjá Kelduni er, at lovsangurin á fløguni skal vera við til at leiða nógv menniskju inn í nærvera Guds, og at tey har skulu uppliva frælsi og kraft Guds.

Tað er samkoman Keldan, Skálafirði, sum hevur givið fløguna út.
Fløgan verður til keyps í sølubúðum kring landið.
Á www.keldan.fo kann lesast meira um fløguna og hvussu ein kann ogn sær hana.