Markus í Nornastovu í Mikladali, ið eigur søguríku Norðnastovusmiðjuna, segði tá Norðlýsið vitjaði í Mikladali, at tá Kópakonan verur sett upp, skal yvirfalshjólið í drívur hvørvisteinarnar í Norðnastovusmiðjuni mala.
Markus í Nornastovu í Mikladali, ið eigur søguríku Norðnastovusmiðjuna, segði tá Norðlýsið vitjaði í Mikladali, at tá Kópakonan verur sett upp, skal yvirfalshjólið í drívur hvørvisteinarnar í Norðnastovusmiðjuni mala.
Norðnastovusmiðjan í Mikladali hevur eina langa og stolta søgu. Vit vóru á vitjan har, fyrst við Ólavi Samson, ið hevur hjálpt Markusi nógv við restaureringini. Ólavur greiddi frá báðum essunum, onnur er liðugt ístandgjørd, bjølgurin er tettur og skorsteinurin er gjørdur av nýggjum. Inni í hjallaranum á summarhúsi sínum, har Ólavur Samson hevur eitt verkstað at kalla, liggur blásibjølgurin til hina essuna til umvælingar, imeðan skorsteinsrørið til hesa essuna er komið í smiðjuna.
Til æru fyri Norðlýsið, festi Ólavur eld í kolið a essuni og eg slapp at royna meg sum pumpara, at halda eldinum koyrandi.
Ólavur visir fram eitt góðarráðjarn, sum bleiv hitað í essuni, ella á grúgvuni, síðani var deiggið stoytt á og ”tongin” klemma saman og hildin saman, stutt, til bakað var. Góðarráðjarni var mest álíkt eini yvirvaksnari tong.
Nógv gomul amboð eru at síggja í smiðjuni, men Ólavur segði okkum, at nógv leysaamboð, ið hoyrdu til smiðjuna, vóru goymd burtur, nú restaureringin fór fram.
Í einum horni stóð ein stór mekanisk borimaskina uppi á einum, sum líktist einum lítlum jarnborði. Um hetta ”borði” greiddi Ólavur Samson frá, at hetta var ein ”transportabul” essa. Hesa kundu teir hava við sær, tá teir fóru eitt nú oman á lendingina at arbeiða jarn í gomlum døgum.
Á arbeiðisborðinum oman í móti vindeygunum vóru ymisk amboð, boltaði føst, nevnast kunnu skrúvustikkur, borimaskinur og slípumaskinur, alt amboð frá eini fornari tíð, okkurt var tó bestilt frá Candor á sinni helt Ólavur skemtiliga fyri. Vit hava gjørt nógv við smiðjuna, men tó er nógv eftir, men vit hava vónir um at vera úti ímóti liðnir tá Kópakonan er uppsett.
Hvørnin brúkt til umleið 1870
Markus í Norðnastovu, ið er eigarin av Norðnastovusmiðjuni hevði ringa tíð hendan dagin vit vitjaðu. Vit vóru boðin inn til hansara til døgurða, og so skjótt etið var, smoygdi hann sær í aftur oljubuksurnar og skundaði sær út í smiðjuna við mær, ímeðan hinir menninir fóru oman aftur at arbeiða við tekingini av Stóraneysti.
Inni í smiðjuni greiddi Markus mær frá, at hann ætlaði at smiðjan skuldi gerast eitt privat savn og eitt fornminni, ið skuldi vísast fram, men at Norðnastovusmiðjan eisini skuldi kunna brúkast sum smiðja.
Smiðjan hevur elligamla stolta søgu, eg minnist abbabeiggja mín, Dánjal Jákup og abba, Hans Hansen, tá teir arbeiddu saman. Eisini hjálpti eg pápa mínum, Hans Hansen, tá hann arbeiddi í smiðjuni, eg minnist at eg plagdi blása við bjølginum, tá essan skuldi vera heit, tí hann arbeiddi eitthvørt úr jarni.
Her bleiv nógv smíðja í smiðjuni. Nærum alt, sum bleiv brúkt í bygdini bleiv smíða her. Sum tú sást inni hjá mær, so var okkurt brillustellið, onkur ”tannlæknatongin” , skutil og ymiskt annað gjørt, umframt sjálvandi líggjar, knívar og ymisk onnur amboð ið blivu brúkt í dagligdegnum. Jú smiðjan var sera neyðug í bygdasamfelagnum. Ídag tykist tað stutt til Klaksvíkar, men tað hevur tað ikki altíð verið úr Mikladali, minni enn so.
Tá eg spyrjið Markus hví ein hvørn stendur inni í smiðjuni, sigur Markus mær, at hon hevur staði har alla hansara tíð. Eg rokni við, sigur Markus, at handan hvørnin hevur verið brúkt líka til 1870, har á leið, tá menn í Mikladali bygdu mylluna við ánna í staðin, og áin tók tunga arbeiði yvir at mala hvarnasteinarnar.
Hyggur tú at hvørnini, so sært tú at á tí eina horninum er opið út . Tað var út henda vegin at mjølið kom, og tá sangurin sigur at ”pápin blæsur í lúðurhorn”, so stendur pápin og blæsur mjølið útav horninum her.
Ætlanin var annars, at smiðjan skuldi standa liðug , tá pápi mín, Símun Petur Hansen hevði fylt 100 ár í ár, men tað bleiv ikki, tí hava vit nú ætlanir um, at smiðjan skal standa liðug tá Kópakonan verður sett á Stórakneysa, sigur Markus í Nornastovu at enda. Og so er hann vekk, oman á loftið á Stóraneysti at gera neystið klárt til Kópakonuætlanina.




