Sonne Smith hevur týtt bókina Min broders vogter hjá danska rithøvundanum, Leif Davidsen, til føroyskt. Føroyska heitið er Bert er bróðurleyst bak
Sonne Smith hevur týtt bókina Min broders vogter hjá danska rithøvundanum, Leif Davidsen, til føroyskt. Føroyska heitið er Bert er bróðurleyst bak
Bert er bróðurleyst bak er ein skaldsøga um kríggj og kærleika, um stríðið millum ideologiir – og millum kynismu og idealismu, ið kunnu vera torførar at skilja ímillum.
Vit eru í 1930’unum við búskaparligari kreppu og byrjan til heimskríggj. 25 ára gamli Magnus Meyer er eftir fimm ár og ein blóðigan tilburð á amerikanska meginlandinum flýddur aftur til barndómsbýin í Danmark – bara fyri at finna útav, at elskaði yngri bróðir hansara, tann kenslusami idealisturin Mads, er farin til Spania í borgarakríggj í parti við Fólkafylkingini. Eftir áheitan frá systur síni fer Magnus til Spania eftir beiggja sínum. Soleiðis byrjar ein ferð, ið førir Magnus gjøgnum tað borgarakrígsherjaða, men eisini vakra, støvuta og sólskygda Spania, har hann møtir sínum lívsins kærleika – og fær ferilin av einum horvnum Inka-skatti frá hjálandatíðini. Tað verður ein drúgv ferð, sum dramatiskt endar í Stalins Sovjetsamveldi.
Í sambandi við útgávuna er Leif Davidsen í Føroyum bókadagarnar 21. til 24. november í Norðurlandahúsinum.
Leif Davidsen hevur fyri sítt ritverk síðan fyrstu útgávuna í 1984 millum annað fingið Læsernes Bogpris, Boghandlernes Gyldne Laurbær, Glasnøglen fyri ársins krimi í Skandinavia, franska Prix littéraire de la Bordelaise de Lunetterie umframt De Frankofone landes Ambassadører i Danmarks Litteraturpris.
Hansara skaldsøgur eru týddar til eingilskt, týskt, franskt, italskt, portugisiskt, hollendskt, svenskt, norskt, íslendskt, spanskt, kekkiskt, ungarskt, finskt, estiskt og føroyskt.
BERT ER BRÓÐURLEYST BAK kemur út í bókhandlinum Rit & Rák fríggjadagin 15. november klokkan 17.




