Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árni Bass á fløgu

Tíðindaskriv

Á møtinum í Ebenezer í kvøld, týskvøldið 12. novembur kl.20.00, verður nýggj fløguútgáva løgd fram. Fløgan eitur “Longur á leið,” og tað er Árni Bech Jensen, sáli, vanliga róptur Árni Bass, sum eigur høvuðsleikin sum sangari á nýggju fløguni.

Á møtinum í Ebenezer í kvøld, týskvøldið 12. novembur kl.20.00, verður nýggj fløguútgáva løgd fram. Fløgan eitur “Longur á leið,” og tað er Árni Bech Jensen, sáli, vanliga róptur Árni Bass, sum eigur høvuðsleikin sum sangari á nýggju fløguni.

Kona Árna, Maiken, sigur, at í mong ár var tað eitt stórt ynski hjá manni hennara at fáa sungið nakrar sangir inn á fløgu. Hetta ynski dró út, og ikki fyrrenn álvarsom sjúka fór at melda seg hjá Árna kom gongd á.

Dreymurin gongur út

Nú ynskti hann at gera álvara av sínum fløgudreymi, og úrslitið er ein fløga við 14 sangum, sum er ein passandi blanding av sangframførslum, har Árnasa sermerkta, flotta og djúpa solobassrødd hevur høvuðsleikin. Vit hoyra Árna m.a. syngja sangin “Longur á leið,” sum eisini er heiti og kennislagið á fløguni. Eisini hoyra vit upptøkur frá tíðini, tá Árni sang saman við bólkinum, “Sangbrøðrur,” har hansara djúpa bassrødd varð landskend av sanginum “Eg havi Kristi kærleik,” sum er skering nummar 9 á fløguni.

Ein elskaður sangari

Árna dámdi væl at syngja, og tí fekk hann á okkara leiðum navnið Bass næstan sum eitt eftirnavn. Men umborð á missiónskipunum hjá OM fekk hann navnið “The singing Captain.“ (Hin syngjandi Skiparin.)

Árni sigldi fleiri ár sum skipari við skipunum hjá missiónsfelagskapinum OM. Hvønn dag á miðdegi kunngjørdi hann frá brúnni um veður og positión, og tá var tað ikki óvanligt, at hann eisini treiv í ein enskan sang, sum við hansara djúpu rødd tónaði um alt skipið – manningin elskaði hesar óoffisielleu sangløturnar hjá skipara teirra, og hann varð skjótt kendur innan OM-høpið sum The singing Captain.

Seinasti sangurin

Árni andaðist 28. november 2011. Stutt áðrenn hann andaðist, sang hann, saman við dótturini Erlu, sangin “Í tínum hondum.” Tað er Øssur Berghamar, sum eigur orð og lag. Seinasta ørindi í sanginum ljóðar:

“Um tá lívið til síðst so skal fjarða út,

og tú fert til eitt land uttan sorg og sút,

hond hans leiða teg skal,

sálin frígjørd og sæl,

tú ert tryggur í Jesusar hondum.”

Við hesum ríku og passandi vónarorðum, tagnaði sangrøddin hjá Árna Bass.

Framløga kl.20.00

Á fløguni eru eisini 5 sangir, sum vórðu tiknir upp til eitt serligt høvi í 1997, og sum aldri áður hava verið alment frammi. Fløgan er ein minnisfløga um Árna Bass, og á møtinum í Ebenezer í kvøld verða sangir av fløguni at hoyra. Tú hevur høvi at ogna tær fløguna eftir møti. Fløgan kostar 169,00 krónur. Fløgan fæst eisini til keyps á sølustøðum kring landið.

Øssur Berghamar verður við á møtinum í kvøld, og hann kemur at siga nøkur orð um sín góða vinmann og minnisfløguna, sum Árni sjálvum ikki eydnaðist at uppliva.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við á møtinum í kvøld, har eisini Jørleif Vang kemur at tala.