Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blokkurin avtalaður fyri trý ár fram

Oliver Joensen

Blokkurin avtalaður fyri trý ár fram

Blokkstuðulin til Føroya er nú til viðgerðar á Fólkatingi.

1. viðgerð var týsdagin, og 4. desember skal álit skrivast.

Meðan avtalurnar ­­farnu árini hava verið gjørdar fyri eitt ár í senn, verður nú – eftir ynski úr Føroyum – ein avtala gjørd fyri trý ár. Leisturin hevur verið tann sami, sum síðani sitandi samgonga tók við: Stuðulin verður prístalsjavnaður og hækkar líka nógv sum danska kostnaðarstøðið.

Avtalan er galdandi minst eitt ár longri enn sitandi samgonga situr, og tí vísti Sjúrður Skaale undir viðgerðini týsdagin á, at eitt komandi landsstýrið kanska hevur eitt annað ynski.

Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri svaraði, at hóast avtalan er galdandi í trý ár, er danska stjórnin til at reiðar at samráðast við komandi samgongur, um føroyingar ynskja nakað annað áðrenn tey trý árini eru farin.

Hinvegin er sannlíkt, at heldur ikki danska stjórnin situr so leingi, sum tann avtalan, ið nú verður gjørd, verður galdandi.

Sum vanligt tóku allir donsku flokkarnir týsdagin fult undir við avtaluni millum stjórnina og landsstýrið.

Sí viðgerðina í fólkatingssalinum her:

http://www.ft.dk/webtv/video/20131/salen/17.aspx?i=2013-11-12T13:00:35

Sí alt lógaruppskotið (L57) her: http://www.ft.dk/RIpdf/samling/20131/lovforslag/L57/20131_L57_som_fremsat.pdf

Sí tíðarætlanina her: http://www.ft.dk/samling/20131/lovforslag/L57/bilag/1/1295401.pdf