Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll fangi eigur eisini eitt pláss í Mikladali

Oliver Joensen

Tá Norðlýsið var í Mikladali í vikuni undan hesari, vitjaðu vit eisini inn í lítið gróthús, har handverkarar hjá Klaksvíkar Kommunu vóru í fer við at gera umvælingar.

Vit fingu at vita, at býráðið hevði samtykt, at hetta skuldi gerast til eitt busskýli, tí ferðafólk høvdu onki at vera í, tá bíða var í Mikladali í illveðri, uttan so at tey fór innar til onkran privatan.

Men tá vit ringdu til staðbundna mannin í Mikladali, Jákup Marnar Anthoniussen at fregnast um busskýlið, fekk smáttan ein heilt annan týdning í hugaheimi okkara.

Jákup Marner Anthoniussen sigur, at hatta lítla húsið hevur í nýggjari tíð verið eitt hoyggjhús. Men, tað er ikki alt, tí áðrenn tað, var tað hjallurin hjá Magnussi, beiggja til Páll Fanga. Hjallurin er kendur frá søguni um Páll Fanga tí Magnus lat sum kunnugt hurðina á hjallinum standa ólæsta um náttina, soleiðis at bróðurin, Páll Fangi, kundi fara innar at fáa sær eitthvørt til matnað.

Jákup Marnar Anthoniussen sigur, at talan var um at taka húsið niður og síðani at seta eitt blátt busskýli upp har ístaðin. Men tað vildi staðnbundna nevndin fyri Mikladal ikki, teir vildu hava at húsið varð sett í stand til eitt skýli, tí teir vildu verja um søguna hjá hjallinum.

Tí eru serkønir handverkarar komnir til Mikladals, at gera húsið í so upprunaligan stand sum til ber, við flagtekju, navur og tí sum har tilhoyrir. Ætlanin er eisini at har skal vera hiti í skýlinum og helst eisini borð at sita við. Ídag sær bygningurin ikki serliga vakur út, men hetta verður óivað ein perla í bygdini tá hetta er liðugt og hvør veit, nú gjørt verður burturúr kópakonuni í Mikladali, kanska verður hetta eisini spírin at gera meira burtur úr søguni um Páll Fanga, sigur Jákup Marnar Anthoniussen.