Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilhaldið fingið heimasíðu

Tíðindaskriv

Tilhaldið í Tórsgøtu 21 í Havn hevur nú fingið sína egnu heimasíðu.

Tilhaldið í Tórsgøtu 21 í Havn hevur nú fingið sína egnu heimasíðu.

Higartil hava øll tiltøk hjá stovninum verið lýst í bløðunum og á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta verður framvegis gjørt, men nú ber so eisini til hjá áhugaðum at fáa kunning beinleiðis á heimasíðuni www.tilhaldid.fo.

Tilhaldið hevur eina ørgrynnu av tilboðum, har møguleikar eru fyri at stytta sær stundir og menna seg sjálvan.

-Á heimasíðuni verður kunnað um virksemið í Tilhaldinum sum heild – vikuskránna, tiltøk, skeið, fyrilestrar, túrar og so framvegis, sigur Wanja Petersen, leiðari.

– Vit eru langt frá komin á mál við heimasíðuni, men vónandi fáa vit sum frálíður eina fjølbroytta og áhugaverda heimasíðu, sigur hon.

Ætlanin er eisini at hava eitt fjølbroytt myndasavn við bæði nýggjum og gomlum myndum, eins og videoupptøkur á heimasíðuni.

Tilhaldið í Havn læt upp á Grækarismessu í 1998 og hevur sostatt skjótt 16 ár á baki.

Upp til 26 tilboð eru í Tilhaldinum um vikuna, og í miðal vitja 50-60 fólk húsið um dagin.

Í fjør var vitjunartalið 15.747.

Ongin limaskapur er, øll eru vælkomin og koma og fara, tá teimum lystir.

Opið er gerandisdagar frá kl. 9 til 16.

Tilhaldið heldur til í gomlu Føroya Banka-húsunum í Tórsgøtu frá 1906, sum eisini í mong ár hýsti Tekniska Skúla.

Húsið liggur bert fáar metrar frá busssteðgiplássinum í Steinatúni.

Meira kunning fæst á heimasíðuni.

Harleyfacadeacryl