– Eg fekk nógvar áheitanir frá B68 um at koma at hjálpa felagnum og valdi at taka av, sigur nýggi B68 venjarin Jógvan Martin Olsen.
Jógvan Martin Olsen er saman við Øssi Hansen settur sum venjari hjá B68 í komandi kappingarári. Og hóast hann er uppvaksin í felagnum, so hevur hann ikki verið venjari hjá besta liðinum hjá B68 burtursæð frá seinnu hálvu í 1996. Fyrr í ár boðaði Jógvan Martin frá, at hann fór at taka frí frá fótbóltinum í 2014. Tí spyrja vit hann, hví tann støðan er broytt?
– Eg havi havt frí í eitt hálvt ár frá fótbóltinum. Men fótbólts venjarastarvið er ringt at halda seg burturfrá. Eg havi takkað nei til okkurt venjarastarv, men B68 hevur havt nógvar áheitanir um at fáa meg inn at hjálpa til, og nú valdi eg at taka av og hjálpa barndómsfelagnum B68, sigur Jógvan Martin Olsen.
Longri samrøða við Jógvan Martin verður í komandi Norðlýsinum.




