Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung, smartphones og sosial samvera

Elsa Steinberg

Hetta evni hevur verið nógv frammi nú í seinastuni. Bæði í sjónvarpinum, útvarpinum og á netinum. Hvussu nógv hevur tín smartphone at tíða fyri teg og hvussu nógva tíð tú brúkar við tínari smartphone. Her fer so nógv tíð til at hyggja og gera okkurt í hesi telefon, at tú ikki fært tíð at hugsa og sosialisera sum fyrr, áðrenn hesar telefonir tóku so nógv yvir. Eg havi fingið nakrar áhugaverdar meiningar frá nøkrum ungum fólki í Føroyum. Her greiða tey frá sínari meining um hvat telefonirnar hava gjørt við ungdómin:

Hetta evni hevur verið nógv frammi nú í seinastuni. Baði í sjónvarpinum, útvarpinum og á netinum. Hvussu nógv hevur tín smartphone at týða fyri teg og hvussu nógva tíð tú brúkar við tínari smartphone. Her fer so nógv tíð til at hyggja og gera okkurt í hesi telefon, at tú ikki fært tíð at hugsa og sosialisera sum fyrr, áðrenn hesar telefonir tóku so nógv yvir. Eg havi fingið nakrar áhugaverdar meiningar frá nøkrum ungum fólki í Føroyum. Her greiða tey frá sínari meining um hvat telefonirnar hava gjørt við ungdómin:

Ein 17 ára gomul genta úr norðoyggjum:

At fara í ein føðingardag, bindiklubb, veitslu og tílíkt við fólki hevur mist sína sjarmu síðstu 2-3 árini. Fyrr tá ein samlaðist við vinum, so sótu øll í eini sofu ella um eitt borð og hugnaðu sær, kanska høvdu okkurt borðspæl, ella bara sótu og prátaðu, ja notu samveruna. Men hetta er ikki longur.

Síðani at fólk hava fingið fatur á hesum telefonunum, har ein kann síggja hvat hendur um allan heimin, í einum lítlum fýrkantaðum skermi, ja so hava fólk ikki slept hesum aftur. Tey ganga við hesum uppiá sær allan dagin, ja sum um tað er alneyðugt at vita hvat hvør Hanus og Janus tekst við, júst í hesi løtu, kann tað ikki vera floytandi líka mikið? Ja alt má uppdaterast á alnótini hvat hendur, men at siga tað við onkran andlit til andlit, tað er verri.

Tað sum er keðiligt við hesi nýggju tøkni, er at hon totalt oyðileggur tað samanhaldi ið annars var millum fólk. Sum sagt, sat man fyrr og prátaði saman o.a, har sum nú, ja ein bindiklubbur dragar seg um, hvør hevur sæð tað stuttligasta á alnótini, og vísa tað fyri hinum. Ja 5 fólk koma saman at gløða í eina verð, ið ikki er teirra egna.


Áron Sofús Vest úr Klaksvík:

Iphone. Steve Jobbs. #yolo. Appir og programmir.

Øll hesi fyribrigdini og mong onnur afturat, eru avleiðingar av nýtsluni av fartelefonini. Einaferð í lívinum hjá einum hvørjum menniskja, ið er á lívið í dag, fer eitthvørt ið hevur samband við hesi fyribrigdi, at hava eina ávirkan. Sitandi aftast á einum ungdómsmøti, sæst at ímeðan talarin førir fram sín boðskap, taka alsamt fleiri sína hálovaðu smartphone fram, enn hvat tey taka Halgubók. Halgabók fæst á øllum hesum tólum – bæði Victors týðing og Dahls týðing. Men, eru tað veruliga øll ið lesa úr Halgubók við hesum lutfalsliga lítla fýrkantinum, tey ganga runt við í sínum lumma? Eg loyvi mær at ivast. Eg loyvi mær at hugsa, at tað er alt ímillum himmal og jørð, ið fer fram.

Standandi í grillini, bíðandi eftir mati mínum, taki eg fartelefonina fram. Sjálvandi tími eg ikki at bíða og stara eftir einari matskrá, ið er full av stavivillum.

Ávirkanin er stór, men kann tykjast ov stór, tá ið atfinningar taka ræði. Spurningurin er, hvussu hetta fer at síggja út um 10 ár? Hvussu fer ungdómsmøti fram um 10 ár? Hvussu fer tað at vera, at vera úti á matstovu við vinfólki, um 10 ár?

Ein 16 ára gomul genta úr norðoyggjum:

Eg haldi tað er bæði positivt og negativt við tøknini vit hava í dag, serliga snildfoninar.

Tær eru hentar at hava við sær har man er, t.d. hevur tú altíð eina lummalykt, og um notir skulu skrivast, eitt tiltak minnast, vekkarin setast, so hevur tú tað við hondina. Tað er ein deilig stødd.

Ein góður maður segði einaferð við skúlanæmingarnar hjá sær, at um eina tíð fara øll heilt sikkurt at ganga við lummaroknara. Næmingarnir flentu og hugsaðu, at tað fór ongantíð at henda, tí hvør tímdi tað. Men ikki meir enn 30 ár seinni síggja vit, næstan øll hava ein lummaroknara uppiá sær. Á telefonini.

Við netið sleppur tú eisini allastaðni. Og fólk eru alla tíð “á”. Tað er sosialt, men bara ikki á sama hátt sum fyrr. Tí kann tað vera ringt hjá teimum eldru at síggja hesar broytingar. Tey halda, at vit hava onki veruligt samband, at tað samband vit hava er einans yvir netið. Tað er partvís satt. Men av tí at tey flestu hava snildfonir í dag, er tað ótrúliga nemt at fáa fatur á fólki.

Tøknin er sera nógv framkomin uppá stutta tíð, at vit vita kanska heldur ikki, hvussu vit skulu hándtera tað. Alt virkar sindur sjúkligt, men tann nýggja generatiónin skal nokk læra av okkara feilum.

Tey flestu dáma væl teir eginleikar snildfonin hevur, men fleiri irriterast inná tíðina tað tekur. Eg veit um ein, sum hevur havt snildfon ta tíð tær hava verið, men sum nú hevur gjørt av at fara aftur til ein gamla telefon fyri 300 kr. Grundin var tann, at tað varð ov ringt at konsentrera seg í skúlanum og øðrum støðum, tí telefonin fylti so nógv. Tað handlar um at finna góðar vanar.

Her er ein filmur um hvussu telefonin ávirkar sosialt:http://www.filmsforaction.org/watch/i_forgot_my_phone/