Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henry hevur longt við KÍ

Jákup Ósá

Heinesen hevur einans umboðað KÍ og ger tað framhaldandi í 2014.

Henry Heinesen hevur í dag gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.

Henry Heinesen spældi í ár tilsamans 19 dystir í Effodeildini, har hann byrjaði inni í 8 av teimum. Fyri tað mesta spældi hann sum verjukendur miðvalla leikar. Og nú hevur hann so gjørt nýggjan sáttmála við KÍ. Tað fegnast høvuðspersónurin sjálvur um.

– Eg eri glaður fyri at hava longt við KÍ. Onnur feløg vístu áhuga, men tað var ongantíð nakar ivi fyri mín part um, hvar eg skuldi spæla næsta ár. Árið í ár skal ikki endurtaka seg hjá KÍ og nú skulu vit arbeiða hart fyri at koma hægri upp á stigatalvuna næsta ár. Tað eiga vit at hava allar møguleikar fyri, tí hópurin er góður, segði Henry Heinesen eftir at sáttmálin við KÍ var gjørdur.

Heðin á Lakjuni fekk leikbann í ein dyst og er sostatt tøkur til dystin á Skála í morgin.