Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hjá Boga Reinert-Petersen ikki avgjørd

Jákup Ósá

U21 landsliðsleikarin hjá ÍF hevur ikki avgjørt, hvar hann spælir í 2014.

U21 landsliðsleikarin hjá ÍF hevur ikki avgjørt, hvar hann spælir í 2014.

U21 landsliðsleikarin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini í ár. Hann er ein av ÍF leikarunum, ið ikki hevur sáttmála til næsta ár. Partarnir tosa saman, men enn er einki avgjørt, sigur Bogi við Norðlýsið.

– Eg havi havt tað gott í ÍF og báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið. Í løtuni tosi eg bara við ÍF. Eg havi hoyrt frá onkrum øðrum felagi, so í løtuni er einki avgjørt, sigur Bogi Reinert-Petersen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Tað eru fleiri lið, ið leita eftir sentralum miðvalla leikarum. EB/Streymur hevur boðað frá, at teir ynskja styrk á sentrala miðvøllinum og NSÍ hevur ikki fingið nakran inn fyri Karl Løkin, ið fór til ÍF.