Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið ávarðar um sera truplar umstøður í Kollfjarðardali

John William Joensen

Umstøðurnar at koyra hava verið so vánaligar at koyra í dag at fólk hava givið upp og latið bilin standa og hetta skapar trupulleikar fyri ferðsluna og fyri Landsverk

Umstøðurnar at koyra hava verið so vánaligar at koyra í dag at fólk hava givið upp og latið bilin standa og hetta skapar trupulleikar fyri ferðsluna og fyri Landsverk

Frá politinum var sagt fyri løtu síðan kom fráboðan úr Kollfjarðadali at tað var glerstoytt frá Kallbakstunnlinum og oman til rundkoyringina í Kollfjarðadali.

Sjálvt bilar við píkadekkum eru farnir sendandi eftir vegnum og hóast Landsverk drívur á at salta eru eisini mørk fyri hvussu skjótt teir kunnu verða á staðnum og teir eru spjaddir um alt landið í løtuni.

Eisini skapar tað trupulleikar fyri ferðsluna at bilar standa á tómir ymsastaðni og hetta er til stóran vanda fyri ferðsluna.

Tíbetur hava bert fingið fráboðanir um matriellar skaðar, var sagt av politistøðini fyri løtu síðan.