Sunnudagin 24. novembur kl 15:30 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tað er Fuglafjarðar kvinnukór- gentukórið gamla, sum fer at syngja. Meðan kórið syngur, verður myndasýning og upplestur.
Sunnudagin 24. novembur kl 15:30 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tað er Fuglafjarðar kvinnukór- gentukórið gamla, sum fer at syngja. Meðan kórið syngur, verður myndasýning og upplestur.
Foto av málningum hjá Heðini verða sýnd upp á ein dúk í kirkjuni, har grundstøðið í myndafrásøgnini er málningurin: Jólanátt.
Páll Danielsen, sjónleikari, fer at lesa upp 14 brot úr eini hugleiðing um málningarnar hjá Heðini, sum Frits hevur skrivað.
Orgul spælir Heðin Kambsdal, klaver Eyðun á Lakjuni og Jógvan á Lakjuni. Kórleiðari Frits Johannesen.




