Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanningarstjóri hevur verið valevni hjá Fólkaflokkinum

John William Joensen

Páll á Reynatúgvu, sum er limur í formannskapinum, rør fram undir at Løgtingsformaðurin ynskir eitt ávíst úrslit við at velja Anfinn V. Hansen advokat til at kannað Løgmann.

Páll á Reynatúgvu, sum er limur í formannskapinum, rør fram undir at Løgtingsformaðurin ynskir eitt ávíst úrslit við at velja Anfinn V. Hansen advokat til at kannað Løgmann.

Páll á Reynatúgvu skrivar m.a. á Facebook:

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður plagar at viðgera flestu viðkomandi mál í formansskapinum. Skal ikki taka nakað frá Anfinni V. Hansen, advokati, men kennist løgið at ein somikið týdningarmikil avgerð, sum setan av kanningarstjóra als ikki verður viðgjørd í formansskapinum. Vóni ikki at framferðarhátturin og valið av kanningarstjóra hevur samband við hvat úrslit løgtingsformaðurin og samgongan ynskja at fáa burturúr kanningini.

Við Kringvarpið segði løgtingslimurin hjá Tjóðveldi at advokaturin var valevni hjá Fólkaflokkinum sum yngri.