Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er Gilli alment AaB leikari

Jákup Ósá

AaB boðar nú frá, at Gilli Sørensen í 2014 og 2015 verður AaB leikari.

AaB boðar nú frá, at Gilli Sørensen í 2014 og 2015 verður AaB leikari.

Sáttmálin byrjar 1. Januar, men Gilli byrjar longu nú at venja við besta hópinum, har hann hevur fingið blusu nummar 15. Ítróttarstjórin í AaB fegnast um avtaluna.

– Bæði vit og Gilli hava síðani í summar verið áhugaðir at fingið avtaluna uppá pláss og nú eru vit glaður fyri, at hetta hevur eydnast. Gilli er ein spennandi leikari og er sera skjótur. Hann hevur góðan fysik, so vit vænta at fáa tað besta burtúrur hansara stóra potentiali, sigur Allan Gaarde AaB.

Eisini Gilli sjálvur fegnast.

– Eg eri sera glaður fyri at fáa møguleikan í AaB og gleði meg nógv til at koma í gongd. Mínir fyrrverandi liðfelagar Súni Olsen og Martin Pedersen hava viðmælt AaB eins og Hallur Hansson, sigur Gilli Sørensen m.a. við aabsport.dk heimasíðuna.

Myndin. Aabsport.dk

Les eisini:

Gilli á veg til AaB