Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðavinnupolitikkur

Oliver Joensen

Hetta er júst tíðin, tá okkara ferðavinnufyritøkur hava úr at gerða við at selja útlendingum ferðavinnuupplivingar í Føroyum.

Hetta er júst tíðin, tá okkara ferðavinnufyritøkur hava úr at gerða við at selja útlendingum ferðavinnuupplivingar í Føroyum.

Landsstýrið hevur eisini latið upp fyri, at ferðaráðið skal hava meiri orku í so máta, tí afturat tí, at nýggjur stjóri var settur á Ferðaráðið, so hevur landsstýrið gjørt ”double up” tá ið um játtanina til Ferðaráðið ræður og hevur játta heilar 14,5 millionir til Ferðaráðið.

Samstundis hava nýggir tónar verið at hoyra frá Ferðaráðnum, tí sum skilst, so skal nærum allur peningurin brúkast til at menna søluatólið, soleiðis, at peningurin skal brúkast at fáa ferðafólk til Føroya. Eitt nú, hevur ligið á ljóðið, at Ferðaráðið ikki longur skal geva rakstrarískoyti til føroysku kunningarstovurnar, tí kunningararbeiðið skulu kommunurnar taka sær av.

Um hetta verður úrslitið av nýggju stratetiini hjá Ferðaráðnum, og kommunurnar taka undir við hesum, so kann væntast at føroyska ferðavinnan fer at fáa útivið 20 milliónur av føroyskum skattapeningi, til rakstur.

Men hvar er føroysku ferðavinnupolitikkurin? Um vit hugsa okkum, at átøkini, sum Ferðaráðið er byrjað uppá fer at geva ávøkst, hvat skulu vit so gera við og loyva ferðamanninum, ið leitar sær hendavegin?

Fyri stuttum gav útvarpskvinna ilt av sær, tí hon ikki slapp at ganga í fjøllunum ótarnað, ókeypis og tá tað lág fyri hjá henni, tí harumenninir høvdu leigað sær lendi frá bøndrum at skjóta haru á.

Ferðavinnan skal sjálvandi geva inntøkur í landinum, um øll okkara náttúra og øll okkara framúr vøkru fjøll kunnu troytast fyri einki av øllum, so kann tað gerast trupult at vinda nakað sum helst burturúr ferðamanninum. Um vand gongufólk leita sær hendavegin, so finna tey skjótt útav, at tað er minni kostnaðarmikið at fara til gongu við GPS og matpakka, enn at gjalda nøkrum túrfyriskipara nakað sum helst.

Sama er eisini galdandi við føroysku vøtnunum. Hvat vilja vit við teimum. Skal einum og hvørjum vera loyvt at ganga í fjøllunum og haga sum honum lystir, so kunnu vit skjótt fara at síggja at síl og fuglalív fara at líða undir at lendir og tjarnir verða yvirrend av fólki.

Tað tykist í nógvum førum sum um politiski myndugleikin bara gevur eftir fyri flutnings og gistingarvinnuni innan ferðavinna, men hugsar lítið um at stýra ferðamanninum tá hann er komin til landið.

Oliver