Videobrot: Eidur Gudjohnsen kundi ikki halda kenslunum aftur í miðlunum eftir sín seinasta landsdyst.
Eidur Gudjohnsen kundi ikki halda kenslunum aftur, tá hann tosaði við íslendska sjónvarpið eftir avgerandi dystin móti Kroatia týskvøldið, sum Ísland tapti.
Ísland kom sostatt ikki við til HM. Og tí gjørdist hetta seinasti landsdysturin hjá einum av bestu íslendsku fótbóltsleikarunum nakrantíð. 35 ára gamli álopsleikarin skoraði 24 mál í 78 landsdystum.
Niðanfyri kann brotið síggjast frá íslendska RUV sjónvarpinum, har Eidur ikki fær hildið kenslunum aftur eftir dystin týskvøldið.




