Tað var eingin ivi, tá kvinnurnar hjá Mjølnir og SÍ spældu leygardagin.
25-9, 25-13 og 25-15. Sett úrslitini siga alt um, hvussu tryggur sigurin hjá Mjølnir var, tá SÍ vitjaði leygardagin í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Við sigrinum liggur Mjølnir framvegis á odda saman við Fleyr. Mjølnir hevur nú munin við at hava vunnið eitt sett meir.
Menninir hjá Mjølnir og SÍ spældu eisini í gjár. Har vann SÍ 3-0. Sett úrslitini vóru 16-25, 22-25 og 21-25.




