Víkingur ætlar sær allan vegin komandi kappingarár, sigur formaðurin Brandur Jakobsen.
Víkingur ætlar sær allan vegin komandi kappingarár, sigur formaðurin Brandur Jakobsen.
Víkingur hevur ikki mist nakran leikara í mun til kappingarárið 2013. Afturat hópinum er komin Súni Olsen, ið eigur at muna væl hjá steypavinnarunum. Venjarin Sigfríður Clementsen segði eftir kappingarárið við nordlysid.fo, at hann ynskti at fáa tveir leikarar afturat hópinum soleiðis, at Víkingur kundi spæla við um FM heitið. Tá tosaði hann um ein miðvalla leikara, ið kundi vera bindilið millum verju og álop og so ein framrættaðan leikara, sum kundi skora mál. Tann fyrri hevur uttan iva verið Súni, meðan spurningurin so er, um Víkingur fer at fáa tann seinna styrkin.
Ein styrkur afturat
Hjá Víkingi er Súni Olsen komin og ikki er óhugsandi, at ein leikari kemur afturat, sambært formanninum Brandi Jakobsen.
– Vit hava eyguni úti eftir einum framrættaðum leikara. Vit hava eisini følarar úti uttanfyri land oddarnar, so tað kann vera, at vit styrkja okkum við einum leikara afturat, men í løtuni ber ikki til at siga nakað við vissu. Vit hava verið eftir leikarum, men trupulleikin hevur fyri tað mesta verið geografiskur, har tað ikki altíð er so lætt at fáa t.d. leikarar úr høvuðsstaðnum at spæla í Norðragøtu , sigur Brandur Jakobsen við Norðlýsið.
Fara eftir FM heitinum
Formaðurin í Víkingi dylur ikki fyri, at málsetningurin verður høgur næsta ár.
– Nú hava vit vunnið steypakappingina tvey ár á rað og tað vísir, at vit kunnu. Vit sóu eisini í pørtum av landskappingini í ár, at vit fingu góð úrslit. Tað eru nógv viðurskiftir ið skulu spæla við, tá man berjist um FM og enn kunnu ting broytast. Men tað er eingin loyna, at ætlanin hjá okkum er at fara eftir tí besta, og tað er FM. Tað fara onnur lið nokk eisini, men vit halda okkum vera realistiskar, tá vit miðja so høgt, sigur Brandur.
Hann sigur víðari, at Erland Tvørfoss eftir ætlan verður nýggjur hjálparvenjari hjá Sigfríði Clementsen.




