Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava sagt upp sáttmála við Strandferðsluna

John William Joensen

Í samband við at Klaksvíkar Býráð hevur avsett 1,7 mió. kr til nýggja bussleið í Klaksvík hevur kommunan avtikið stuðulin til rakstur av bussleið hjá Bygdaleiðum inn á Kambsdal, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim

Í samband við at Klaksvíkar Býráð hevur avsett 1,7 mió. kr til nýggja bussleið í Klaksvík hevur kommunan avtikið stuðulin til rakstur av bussleið hjá Bygdaleiðum inn á Kambsdal, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim

– Vit hava sagt upp sáttmálan við Strandferðsluna um leið 410 sum Koyrir millum Klaksvík, Gøtu, Kambsdal og Fuglafjiørð, har Klaksvíkar Kommuna hevur rindað góðar 600.000 kr um árið. Vit eru sannførd um at hendan bussleiðin er ein landsuppgáva og tað ikki er ein uppgáva hjá Kommununi at hava eina bussleið millum bygdir koyrandi.

– Hetta er gjørt í samband við umraðfestingar í samband við at kommunan komandi ár ferð í holt við at reka egna bussleið í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim.

-Tá vit boðaðu Bygdarleiðum frá at vit ikki longur fóru at rinda til hesa bussleið var svarið at so var Strandferðslan noydd til at lækka túratalið samsvarandi. Men samstundis fingu vit upplýst at eingin onnur bussleið var á so stóran hátt rinda av eini kommunu, tí í hesum føri rindaðu vit meira enn helvtina av rakstrarkostnaðinum. Eysturkommuna og Fuglafjarðar Kommuna keypa framvegis tænastur frá Bygdaleiðum í samband við leið 410 men tað er ikki beinleiðis stuðul. Báðar kommunurnar hava broytt upprunaligu avtaluna sum tær gjørdu við Bygdaleiðir saman við Klaksvíkar Kommunu fyri at hækka tænastustøði millum Fuglafjørð, Gøtu, Leirvík og Klaksvík. Leið 410 er í dag ein av mest brúktu bussleiðum í landinum.

Men hóast sáttmálin er farin úr gildið so hevur leið 410 eins nógvar túrar sum frammanundan, staðfestir borgarstjórin.