Veljarakanning sum kvf.fo kunngerð vísir, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava afturgongd, og Sjálvstýrisflokkurin røkkur ikki upp um tinggáttina. Stóri vinnarin er Tjóðveldi meðan Javnaðarflokkurin sum hevur tikið stóra frástøðu til Fólkaflokkin og samgonguna fær bert eina lítla framgongd. 1/3 av veljarunum hjá samgonguni siga seg ikki vita hvønn tey fara at velja.
Veljarakanning sum kvf.fo kunngerð vísir, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava afturgongd, og Sjálvstýrisflokkurin røkkur ikki upp um tinggáttina. Stóri vinnarin er Tjóðveldi meðan Javnaðarflokkurin sum hevur tikið stóra frástøðu til Fólkaflokkin og og førda politikkin hjá samgonguni fær bert eina lítla framgongd. 1/3 av veljarunum hjá samgonguni siga seg ikki vita hvønn tey fara at velja.
Tosið um at føra blokk politikk har boðað verður frá frammanundan hvørjum man samstarvar við og hvørjum man ikki samstarvar við sær út til at koma Tjóðveldi til góðar.
Men samgonguleiðarar eiga at leggja til merkis at ein triðingur av veljarunum hjá teimum í kanningini siga seg ikki vita hvønn tey fara at velja á komandi løgtingsvalinum.




