Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKÁLAFJ.TUNILIN: Lángevarar krevja landskassaveðhald

John William Joensen

Lítið og einki er frætt frá fíggjarmálaráðnum um hvat ein møgulig semja um Skálafjarðartunilin inniheldur. Men sum Norðlýsið skilir so eru treytirnar frá føroyskum og útlendskum lángevarum at landskassin skal veðhalda um rentan á fíggingini skal verða á einum støði sum er lægri enn tilboðið frá CIP.

Lítið og einki er frætt fráfíggjarmálaráðnum um hvat ein møgulig semja um Skálafjarðartunilin inniheldur.Men sum Norðlýsið skilir so eru treytirnar frá føroyskum og útlendskumlángevarum at landskassin skal veðhalda um rentan á fíggingini skal verða áeinum støði sum er lægri enn tilboðið frá CIP.

Nógv hevur verið skrivað og sagt í málinumum Skálafjarðartunilin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í tinginumsagt at ein loysn er ógvuliga nær og at hann í næstum ferð at bjóðaandstøðuflokkunum at gerast partur av einari semju:

Men hóast sagt verður atSkálafjarðartunilin skal verða ein fantastiska góð forrætning so erutreytirnar til Landsstýrið frá føroyskum og útlendskum lánveitarum sera harðar.

Kravt verður at landið sjálvt skjýtur 500til 600 mió. kr. Sum eginpengin í felagið sum skal byggja Skálafjarðartunilinog Sandoyartunilin og at Landskassin veðheldur fyri í minstalagið helvtina av avfíggingini. Sum skilst arbeiður samgongan við eini loysn sum kníturSandoyartunilin og Skálafjarðartunilin saman meðan verandi tunnilsfeløg verðahildin skaðaleys av ætlaðu verkætlanini.

Í nógv umrødda tilboðnum sum Kári P.Højgaard arbeiddi við var einki veðhald frá landskassanum og útlendskiíleggjarin bar allan kostnaðin av byggingini og átók sær allan váða.

Í tí loysn sum nú verður arbeitt eftir berlandskassin allan váða og kostnað í samband við byggingina.