Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ásannar at hann fór út um mark

John William Joensen

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ásannar, at hann fyrrapartin fór út um mark í samrøðu við Kringvarp Føroya. Í samrøðuni um nýggju veljarakanningina, metti løgmaður um politisku sannføringina hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum.

– Eg bleiv nakað heitur í samrøðuni, og segði meira enn gott er. Seinastu mánaðirnar havi eg stútt og støðugt staðið fyri skotum í fjølmiðlunum. Tað hevur verið eitt stórt trýst á mínum herðum. Fjølmiðlarnir hava ein stóran leiklut í okkara fólkaræði, og tí skal eg sum landsins leiðari tola atfinningar uttan mun til, um tær eru rættar ella ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.