Tað var ein ógvusligur brestur, tá Bjarni Mikkelsen hevði skorið nakað fyri, tí hvalurin skuldi opnast. Jóin Sigurðsson, var á staðnum og tók hesar myndirnar. Hann sigur, at tað sýntist sum um Bjarni var fyrireikaður uppá at tað fór at koma ein brestur, tí fólk blivu ávaraði.
Men tú veitst hvussu fólk eru, kanska tóku tey hetta ikki so álvarsamt. Tað var ein øgiligur brestur, tá gassið innanúr hvalinum sprongdi sær veg út ígjøgnum skurðin. Jóin sigur, at blóð og annað varð slongt ímóti múrinum, ið stóð einar 30 metrar frá, og onkur av sjónarváttunum helt at múrurin hevði fingið skaðað av ógvusliga brestinum.




