Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað má staðfestast at Løgmaður hevur hildið notatskyldu

John William Joensen

Jógvan E. Winther Poulsen, adv. skrivar soleiðis í brævið til Norðlýsið í morgun: ……haldi eg, at tað ber til at staðfesta, at løgmaður í svari til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 og eisini í svari til Kristin Balle frá 25. oktober 2013, í veruleikanum hevur noterað tað, sum hann hevði skyldu til í mun til hvat hendi á hesum fundum……

Jógvan E. Winther Poulsen, adv. skrivar soleiðis í brævið til Norðlýsið í morgun: ……haldi eg, at tað ber til at staðfesta, at løgmaður í svari til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 og eisini í svari til Kristin Balle frá 25. oktober 2013, í veruleikanum hevur noterað tað, sum hann hevði skyldu til í mun til hvat hendi á hesum fundum…..

Eftir at Kringvarpið í gjár fekk tað at ljóða sum um advokatur helt at Løgmaður hevði ikki hildið sína notatskyldu (LES HER) sendu vit ein fyrispurning til Jógvan E. Winther Poulsen advokat og her er tað sum hann svaraði fyri løtu síðan:

Jógvan E. Winther Poulsen, skrivar:

Samrøðan var fyrst  um notatskyldu generelt. Síðani bleiv spurt um hesar fundirnar 26. og 27. juni.

Eg eri av tí fatan, at tað, sum prátað varð um á hesum fundum, var fevnt av notatskylduni eftir § 6 í lógini um alment innlit. Hetta haldi eg m.a. av tí, at samrøðurnar at síggja til hava verið við løgmann í sambandi við, at tað møguliga skuldi takast avgerð um at veita einkarrætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Løgmaður sigur eisini í svarinum, at hann hevur fundirnar eftir áheitan frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í Innlendismálum, sum evt. skuldi taka eina avgerð um at veita hendan einkarrættin.

Løgmaður vísir í svari til Kristinu Háfoss frá  1. november 2013 til tað, sum hann hevur svarað Kristin Balle 25. oktober 2013. Har greiðir løgmaður frá tí, sum hendi á hesum fundum 26. og 27. juni.

Sum eg lesi svarið til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 er løgmaður tá av tí fatan, at tað ikki var skylda at notera frá hesum fundum. Hesum eri eg ósamdur í.

Hinvegin haldi eg, at tað ber til at staðfesta, at løgmaður í sama svari til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 og eisini í svari til Kristin Balle frá 25. oktober 2013, í veruleikanum hevur noterað tað, sum hann hevði skyldu til í mun til hvat hendi á hesum fundum.

Her eigur at verða havt í huga, at tað mær kunnugt ikki er nakað lógarásett formkrav til hvussu notatskyldan eigur at verða hildin, tó at tað so vítt eg veit vanliga verður gjørt við at skriva í journalin fyri viðkomandi mál.

Her hevur løgmaður so noterað í einum svari til hesar løgtingskvinnur. Hóast hetta kanska ikki er vanligi mátin at gera tað uppá, haldi eg at tað má staðfestast at notatskyldan er hildin, so hvussu so er 25. oktober, tá svarið verður givið til Kristin Balle. Hetta er í seinna lagi í mun til at fundirnir vóru 26. og 27. juni, men mær kunnugt er ikki nøkur tíðarfreist fyri, nær notatskyldan skal vera hildin.

At tað er ein skylda at notera merkir ikki av sær sjálvum, at innlit eisini eigur at verða givið í notatini. Tað, sum er noterað frá einum fundi, kann eins og aðrar upplýsingar, sum umsitingin hevur, vera fevnt av undantøkum til innlit. Eitt vanligt fundarnotat eri eisini innanhýsis skjal og harvið sum meginregla undantikið innliti, sí § 7 og § 8 í innlitslógini.

 Her kunnu vit tó staðfesta, at løgmaður gevur almenninginum innlit í tað, sum er noterað frá hesum fundum, og harvið má løgmaður hava verið av tí fatan, at innlit kundi gevast í hesar upplýsingar. Eg eri samdur við løgmanni í at tað var rætt at geva innlit í hesi notat.

 

Vinarligast

Jógvan E. Winther Poulsen, adv.

Advokatskrivstovan