Team Klaksvík skal royna at vinna sín næsta úti dyst á rað, tá H71 tekur ímóti í dag.
Team Klaksvík skal royna at vinna sín næsta úti dyst á rað, tá H71 tekur ímóti í dag.
Team Klaksvík vann seinast móti Neistanum í Havn og tað vísir, at liðið hjá klaksvíkingum nú eisini kann gera um seg á útivølli. H71 er tó uttan iva greiður favorittur, tí hoyvíkingar hava eitt sterkt lið og spæla á heimavølli. H71 liggur nr. 3 við 9 stigum, meðan Team Klaksvík enn er aftast, men hevur nú ikki so langt upp til hini liðini. Team Klaksvík hevur 4 stig, meðan STÍF og Kyndil beint frammanfyri hava 6 stig.
Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar kl. 16.00




