Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bye Bye Johnny á Voxbotn

Tíðindaskriv

Norsku 80’ara rokklegendurnar Return spæla á Okkara Voxbotn 2014. Teir gjørdust heimskendir við løgum sum Bye Bye Johnny og Sing Me a Song, men eru enn ein virkin livebólkur.

Norsku 80’ara rokklegendurnar Return spæla á Okkara Voxbotn 2014. Teir gjørdust heimskendir við løgum sum Bye Bye Johnny og Sing Me a Song, men eru enn ein virkin livebólkur.

Return vórðu stovnaðir í 1980, men fingu sítt veruliga gjøgnumbrot í heimlandinum við Sing me a song, ið kom út í 1987 og lá á hittlistunum í yvir eitt ár. Hetta lagið vakti eisini ans uttan fyri Noreg.


Veruliga altjóða gjøgnumbroti kom við Bye Bye Johnny, sum eisini í Føroyum ljómaði úr bilstereoum kring alt landið frá, at lagið kom út í 1988 og nógv ár fram. Bye Bye Johnny eisini fastur táttur á spæliskránni hjá fleiri føroyskum bólkum. Men á Okkara Voxbotn 2014 fer tað fyrstu ferð at at vera at hoyra við bólkinum, ið eigur tað.

Í mun til flestu bólkar við so nógvum árum á bakið, er størsti parturin av upprunamanningini enn í bólkinum, einasti nýggi limurin í bólkinum er gittarleikarin Henning Ramseth, ið byrjaði sítt samstarv við bólkin í 2002.

Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Byrta, fer ein rúgva av øðrum føroyskum og útlendskum bólkum á pallin henda dagin.

Atgongumerkjasølan til Okkara Voxbotn 2014 byrjar mánadagin 2. desember 2014 kl. 13.00 og atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vodafone handlunum og á ebillett.fo. Tey fyrst 300 atgongumerkini fara fyri 375,- kr.