Frá hósdegnum 5. desember og fram til leygarkvøldið 7. desember verða jóladagar í Nesvík. Tað er Leguhúsið í Nesvík, sum er karmur um eitt sera hugnaligt og spennandi jólatiltak. Ein stór bókasøla og ein spennandi listaframsýning verða í húsinum hesar dagar.
Men tað verður eisini sangur, millum annað frá kórinum í missiónshúsinum á Glyvrum og frá næmingum í Musikskúlanum í Sundalagnum. Ein jólacafé verður eisini, so høvi verður at fáa eitt hugnaligt prát og hitta fólk.
Sum undanfarin ár er ætlanin at hava bókaframløgur. Ragnhard Petersen fer at greiða frá bókum, sum eru góðar til ungdóm at lesa, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at greiða frá hendingum á sjónum, sum ikki fyrr eru givnar út.
Eisini fáa øll møguleika at royna, hvussu væl tey duga at gita, tí eitt jólatræ er gjørt av bókum, og har kunnu øll vera við. Tann, sum rakar tættast við, vinnur ein bókapakka.
Stutt sagt er hetta eitt serligt og spennandi tiltak, sum Leguhúsið í Nesvík skipar fyri, og hava allir føroyingar høvi at koma ein túr at síggja Leguhúsið hesar dagar.
Skrá fyri jóladagarnar í Nesvík 5. til 7. desember 2013
Hósdagin 5. desember
Kl. 17.30 Musikkskúlin í Sundalagnum luttekur við spæli
Kl. 19.00 Bókaframløga við Ragnhardi Petersen, ungdómsráðgeva og KFS-skrivara. Ragnhard fer at viðgera bøkur, sum eru góðar til ungdóm at lesa.
Fríggjadagin 6. desember
Kl. 19.00 Kórið í Glyvra Missiónshúsi fer at syngja og spæla
Leygardagin 7. desember
Kl. 15.00 Torleif Johannesen fer at siga frá hendingum í sjólívinum. Torleif skrivaði bók í fjør um sama evni, men hann fer at siga frá hendingum, sum ikki eru komnar í bók.
Café og listaframsýningin verður opin allar dagarnar, meðan jóladagarnir verða.




