Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smaragd og Safir á Kósini ídag

Oliver Joensen

 Ídag løgdu partrolararnir Smaragd og Safir veiðuna upp á Kósini. Teir høvdu 110.000 pund av upsa til samans.

Sagt verður av Smaragd, at fiskiskapurin hevur verið sera vánaligur hendan túrin, og at tað hevur fiskiskapurin í veruleikanum verið tríggjar teir seinastu túrarnar.

Partrolararnir hava fiska góða viku hendan túrin. Sagt verður, at farið verður ikki avstað aftur beinan vegin, tí veðurmenninir spáa frá sjaskveðri og harafturat er fiskiskapurin sum savt vánaligur.

Vit vænta, at tað skal fara at blíva betri í januar mánað, tá er betur upsatíð og tá man fara at bragda hjá okkum.

Tað er Hanus Sørensen av Viðareiði, ið er skipari á Smaragd.