Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tolur liberalisman mótstøðu?

Bergur Nónklett

Í hesum kjakinum um skrásett parlag eru miðlarnir fyltir við meiningum um tað. Tað tykjist sum um tey sum eru fyri, bert síggja kristin sum tey, sum avmarkað frælsi, fundamentalistar, tey sum niðurgera samkynd og annað.

Í hesum kjakinum um skrásett parlag eru miðlarnir fyltir við meiningum um tað. Tað tykjist sum um tey sum eru fyri, bert síggja kristin sum tey, sum avmarkað frælsi, fundamentalistar, tey sum niðurgera samkynd og annað.

Fyri nógvar liberalistar tykjist átrúnaður at verða oyðandi, men síggja teir sjálvir ikki, at teir uppá ein máta hava sín egna átrúna og fundamentalismu? Hesi bæði eita sekularisering sum byggjir á gudleysar rammur, har trúgvandi ofta verða kallaði eitthvørt og har átrúnaður í stóran mun verður sæddur sum skaðiligur. Átrúnaður uppbyggjir samfelag og um samkynd høvdu verið niðurgjørd so høvdu kristin tala at.

Í londum rundanum okkum síggja vit, at sekularistar ikki hava so stóra virðing fyri átrúnaði sum teir siga seg hava tá teir siga, at alt skal bara verða neutralt. Summa staðni verða kirkjur og samkomur tvingaði við sekulerum lógum til at gera ímóti teirra átrúnaði. Í skúlum verður kristindómurin blakaður út. Men, tað er bara blivið verri tá okkurt annað er komi ístaðin fyri. Soleiðis verður tað heilt sikkurt her eisini, at kristindómur skal verða blakaður út og at kirkjur og samkomur skulu tvingast til nakað annað við lóg. Um sekularistar fáa fríar teymar verður bíblian møguliga bannað og alt tað sum hevur við kristnu trúnna at gera forboði. Hygg eftir londum rundanum okkum. Seinni kemur tað hendanvegin. Hvar er tolsemið tá trúgvandi verða kallaði eitt og annað um tey ikki eru fyri? Hví siga, at trúgvandi eru niðrandi tá tey ikki eru tað? Ofta verður tað sagt út í tóma luft.

Tað eru dømi um, at ikki-trúgvandi hava niðra samkynd og onkur trúgvandi hevur tala at.

Um man fer ímóti liberalismuni verður man kallaður fundamentalist og niðrandi sera ógrunda. Eitt ella annað stað tolur liberalisman onga mótstøðu. Liberalisman og sekularisman ganga væl hond í hond. Og hvørja virðing hevur kristindómur fingið frá hesum tá tað verður alt meira bannað? Faktiskt onga. Nærum alt skal pilkast burturúr bíbliuni og kristindóminum og krossar verða ikki toldir.

Hettar ráki, sum vit síggja her og í londunum rundanum okkum er so mikið ágangandi, at eg fari undir ongum umstøðum at fylgja við streyminum.