Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suarez móti Onglandi

Jákup Ósá

Ongland fekk kanska truplasta lutakastið, sum teir kundu fáa, tá teir komu í sama bólk sum Uruguay og Italia.

Ongland fekk kanska truplasta lutakastið, sum teir kundu fáa, tá teir komu í sama bólk sum Uruguay og Italia.
Lutakastið til HM endaspælið var í kvøld. Setanar dysturin verður millum Brasilien og Kroatia. Av bólkunum er tað serliga bólkur b, d og g, sum síggja sterkir út. Á okkara leiðum er áhugin fyri Onglandi altíð stórur og ikki kann sigast, at ensku vónirnar blivu betri eftir lutakastið. Ongland møtir Uruguay við m.a. Luis Suarez, sum er toppskjútti í ensku kappingini í løtuni og annars ikki væl dámdur í landinum vegna nakrar óhepnar hendingar. Hini liðini í bólkinum eru Italia og Costa Rica, har Italia mangan hevur víst seg sum eitt sera sterkt lið undir HM endaspæli. Tískil eru Uruguay og Italia helst favorittar at fara víðari úr bólkinum.
Bólkarnir eru hesir:

Gruppe A: Brasilien, Cameroun, Mexico, Kroatien

Gruppe B: Spanien, Chile, Australien, Holland

Gruppe C: Colombia, Elfenbenskysten, Japan, Grækenland

Gruppe D: Uruguay, Italien, Costa Rica, England

Gruppe E: Schweiz, Ecuador, Honduras, Frankrig

Gruppe F: Argentina, Nigeria, Iran, Bosnien og Hercegovina

Gruppe G: Tyskland, Ghana, USA, Portugal

Gruppe H: Belgien, Algeriet, Sydkorea, Rusland