Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar tapti stórt móti Celtic

Jákup Ósá

Celtic vann greiðan sigur í dystinum í bestu skotsku deildini í kvøld.

Gunnar Nielsen er í málinum, tá Motherwell í kvøld spælir toppdyst móti Celtic í skotsku landskappingini.

Stóra enska sjónvarpsrásin BT Sport vísir dystin, ið byrjaði kl. 19.45 føroyska tíð. Undan dystinum er Celtic nummar 1, meðan Motherwell er nummar 3. 8 stig skilja liðini undan dystinum. Dysturin kann streamast HER.


Liðugt: 5-0 til Celtic

Atajic skoraði eitt mál afturat í seinastu minuttunum. Sostatt endaði tað 5-0 til Celtic. Hagtølini vístu eisini einvegis ferðslu, har Celtic hevði omanfyri 20 málroyndir, meðan Motherwell hevði 2 royndir. Um avrikið hjá Gunnar er at siga, at hann ikki fekk gjørt stórvegis við teimum flestu av málunum hjá Celtic. Í onkrari støðu kundi hann kanska havt gjørt tað betri, men nakað beinleiðis málmans mistak var talan ikki um. Hann hevði eisini nakrar góðar bjargingar í dystinum, so samanlagt eitt umleið miðal avrik frá føroyska landsliðsmálverjanum. 


77 min.: Nú er stórtap í hendi hjá Gunnari og teimum. Celtic hava lætt spæl og serliga í høgru síðu er ofta púra opið. Tað er har frá at innlegg kemur, so so kann Stokes skora eftir innleggið. 4-0 til Celtic. 


76 min.: Kris Commons hevur aftur skorað. Gunnar ger fyrst eina bjarging, men tíverri fyri hann gevur hann leysa bóltin beint til Celtic leikaran, ið hevur lætt við at skora í opið mál.


54 min.: Eftir hornaspark var verjuleikarin Ambrose hægstur og skallaði bóltin í málið. Gunnar bleiv forðaður av Celtic leikara og slapp tí illa út eftir innlegginum, sum lá tætt móti málinum. 


Hálvleikur: 1-0 til Celtic

Kris Commons legði Celtic á odda eftir at Celtic hevði lagt tungt trýst á. Gunnar Nielsen kundi einki gera við málið. Annars hevur føroyski málverjin verið tryggur, tá hann hevur havt nakað at gera. Celtic hevur ikki skapt teir nógvu stóru møguleikarnar, hóast leikliga yvirvág.

20 min.: Celtic hevur havt meira spæl, men uttan teir heilt stóru møguleikarnar. Einasta royndin hjá Gunnari higartil var at verja fyri einum frísparki, sum hann ikki helt í fyrstu atløgu, men sum hann seinni fekk tamarhald á.

Uppstillingarnar:

Motherwell:Nielsen, Kerr, Hammell, McManus, Ramsden, Hutchinson, Carswell, Lasley, Moore, Sutton, Vigurs. Subs: McFadden Lawson Cummins, Stewart, Murray Anier, Ainsworth.

Celtic:Forster, Lustig, Izaguirre, Brown, Ambrose, van Dijk, Commons, Ledley Pukki, Stokes, Mulgrew. Subs: Boerrigter Balde Zaluska Atajic Johnstone Fisher Henderson.