Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatræið á Trøllanesi tendrað

John William Joensen

Fríggjadagin varð Jólatræið á Nesi tendrað og umframt røðu sum Óluva Klettskarð, forkvinna í vinnu og havnanevndini í Klaksvíkar Býráð, helt spældi Klaksvíkar Hornorkestur

Fríggjadagin varð Jólatræið á Nesi tendrað og umframt røðu sum Óluva Klettskarð, forkvinna í vinnu og havnanevndini í Klaksvíkar Býráð, helt spældi Klaksvíkar Hornorkestur

MYNDIRNAR eigur Andras Sólstein:

—–

RØÐA:

Góðu trøllanesfólk –góðu gestir allir!

Tað er mær ein sannur heiður at koma norður higar at tendra jólatræið í bygdini.

Jólatræið ikki so ógvuliga gamalt í Føroyum. Fleiri okkara kenna søgurnar frá teimum, ið upplivdu og siga frá teimum fyrstu jólatrøunum. Hvussu forkunnugt tað var og øgiliga spennandi. Jólatræið er ein eftirkomari eftir ein rættiliga gamlan sið at pynta hús og heim við grønum vøkstri á hávetri -um kaldastu og myrkastu vetrartíð, kanska ein heilsa og eitt minni um, at alt verður grønt og lýtt aftur. Og tann vøkstur vóru plantur og urtir, ið vetrargrønar vóru, og haðani er fyrst og fremst granntræið.

Siðurin við jólatrøum byrjaði í 1400 árunum og er helst byrjaður við Martin Luther, ið vildi hava okkurt annað enn katólsku siðirnar við krubbuspælinum. Jólatræið skuldi ímynda træið í aldingarðinum.

Træið gerst siður um alt Evropa, og við evropearunum ferðast tað til USA. Á syðru hálvkúlu m.a. í Avstralia og Nýseland halda tey henda sið við granntrøum á hægstu summartíð, og hóast trøini ofta verða innflutt úr Evropa ella Norðamerika –tann langa veg!

Men man tað ikki hava tykist onkrum eitt sindur oyðslut og øvugt at pynta eitt træ inni í stovuni? At trøini verða feld, havd stutta tíð til pynt og til stóra jólagleði, men so blakað burtur ella brend á báli, sum siður eisini er? Men vit hava tikið henda siðin til okkara, og allarflestu okkara dáma hetta væl: at pynta træ og hugna við ljósum. Vit kunnu illa ímynda okkum eini jól uttan træið. Tað er vorðið sjálv ímyndin av jólunum. At rudda og vaska og pynta, og at gera til jóla -og so at tendra ljós. Og ljósini eru so serliga kærkomin hesa myrku tíð. Og so tað serliga: at tendra jólatræið.

Millum høgu fjøllini her á Trøllanesi hevur hesin siður eisini funnið sær vegin, nú stundar móti jólanátt, tá Jesus var føddur hin góði, sum Símun av Skarði yrkti. Tað er týðiligt, at Símun er staddur her um leiðir, tá hann sigur:

Tó myrkur fyllir dalar og skørð,

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð

við sínum jólagávum.

Ei brim við strond, ei ísur í skor

kann Jesusi forða vegin;

hann stígur inn for fátæks mans borð,

har lítil er jólagleðin.

Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.

Er jólatræið nakað nýggjur siður, so er jólahøgtíðin avgomul. At gleðast um, at stytsti dagur er um at fara afturum, er ein gamal siður og at fagna ljósu tíðini, sum kemur. Langt fyri kristna tíð var henda høgtíð hildin. Soleiðis vildu tey fyrstu menniskjuni fagna sólini og vónaðu og bóðu til, at hon orkaði at vinna á myrkrinum enn einaferð, so náttúran aftur kundi blóma.

At fagna árstíðini hevur eisini verið vanligt á Nesi. Tí fólk hava leitað norður higar um høgtíðir, og vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu nógv her man vera stákast millum ár og dag til at halda jólini og at taka í móti gestum, ið komu at halda sær á gleimi. Sjálv minnist eg aftur nakað av hesum dáminum frá barndómi mínum á bygd. Tí sum barn í Haraldssundi merkti eg stákanina til høgtíðir, jólini og serliga kyndilsmessu. Nógv varð gjørt burtur úr, hóast tað kanska ikki kann samanberast við veitsluna í uppaftur eldri tíðum. Men at eta ræst og dansa, allar dyr opnar, og familja og vinir leitað aftur á slóðina, sera hugnaligt og stuttligt.

Serliga væl minnist eg abba mín stákast til trettandu. Tí hann var av Skarði og flutti til Haraldssundar við mammu síni, tá bygdin doyði út og allir gamlir siðir við henni; Og hesar siðir hevði hann við sær, og teir helt hann altíð, eisini trettandu. Og hann helt henda høgtíðsdag, líka so nógv sum hann helt sorgardag tollaksmessudag, tí Abbi mín Karl á Skarði misti báðar brøður sínar og pápa sín tollaksmessudag 1913. Tað eru um hesa tíð júst 100 ár síðan, at júst fólk her á Trøllanesi sóu reka, vraklutir, kíkar og aðra útgerð flóta í briminum, sum munnu hava verið leivdirnar av lagnunum frá hesum dapra degi.

Nú tit helst vænta tykkum ætt vinir og kenningar um jólini, so eru ikki so nógv fólk á Nesi til gerandis. Men í søguni um trøllini, ið tustu oman í bygdina her á Nesi á trettandu og gjørdu ónáðir, liggur eisini tann vísdómur, at tað loysir seg at bjóða av, ikki at flýggja. Tit her norðuri bjóða eisini av, tit vilja búleikast her og onga aðrastaðni, tí hetta er tykkara heimsins nalvi. Eins og Gyðja visti hyggjuráðini, sum hjá teimum gomlu vóru at hjálpa sær við trúnni, soleiðis hjálpast tit her norðuri hvønn dag, hóast stórbygdirnar bjóða av.

Jú, lívið bjóðar sanniliga av, tykkum eins og teimum gomlu. Og vit kunnu læra av teimum, tí tey dugdu so væl at steðga á. Tey hildu teir dagar, tá okkurt var at halda -til gamans ella álvara.

Hetta tykist í dag á mangan hátt vera gloymt: at steðga á og varnast tað, ið uttanum okkum er og tað, sum innan í okkum er. Tí tað er høgtíð. At halda høgtíð er at geva sær sjálvum frið til at vera til, hvør sær og saman við sínum. Og har bóru jólini av øllum høgtíðum, og tað gera tey enn.

Hin sanna jólahugsanin er nærleiki og gleðiboðskapur. Tað er samveran við okkara nærmastu og saman at gleðast um jólaboðskapin. Friður og samljóð. Og júst hesi viðurskifti tykjast vera ein mangulvøra í dag. Samveran er ikki hin sama longur -okkum leingist eftir børnum ella foreldrum og bygdafólki ella vinfólki. So hjá allarflestu okkara hava vit nógv at gleða okkum til, nú høgtíðin nærkast: at vera saman við familju okkara.

Og tí skulu vit ikki lata tað vera ov berligt um merkistræið, jólatræið, men tendra ljós, ið kann minna okkum á, at tað er vón um ljósa og bjarta framtíð, og eisini lata ljósini á trænum minna okkum á ljós heimsins, og ta stjørnu og ljósið, ið varð tendrað í Betlehem fyri góðum tvey túsund árum síðan.

Vit ung og gomul halda nú jól,

vár Jesus vil øllum hýsa,

hann er hin bjarta lívsins sól

um allar ævir skal lýsa.

Eini kærleiksfull og friðarlig jól og eydnuberandi nýggjár ynski eg tykkum trøllanesfólki, gestum og okkum øllum somlum.

Takk fyri.

Óluva Klettskarð