Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsert á Bátasavninum í Leirvík

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður Báta- og Listasavnið í Leirvík karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Tónleikaløtan verður sunnudagin 15.december kl.16.

Aftur í ár verður Báta- og Listasavnið í Leirvík karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Tónleikaløtan verður sunnudagin 15.december kl.16.

Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið á savninum. Atgongamerki á 100 kr fáast við dyrnar. Børn og næmingar hava ókeypis atgongd.

Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgurnar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2 ” út . Útgávukonsertirnar vóru báðar á Bátasavninum.

Í januar 2013 vóru Monika og Birgitte á konsertferð í Tucson í Arizona og tær luttóku eisini á árligu summartónum, sum er hildið kring í Føroyum.

Sunnudagin 15. december fara Monika og Birgitte at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding. Við á konsertini hesuferð er Lív Hansen, ein sera dugnaligur næmingur úr Fuglafirði hjá Moniku og spæla tær báðar violinduettina nr 12 eftir Mazas. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.

Aftan á konsertina verður høvi at ogna sær fløgurnar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” fyri serprís. Somuleiðis er møguleikin at ogna sær bókina “Edelweiss og sólarkaffi”. So skuldu jólagávurnar vera bjargaðar – minst ein partur av teimum!

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan tónleikartíma á Báta- og Listasavninum við einum kaffimunni aftaná.

Harleywoodpaint