Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánaligu koyrilíkindini leygardagin síggjast aftur í tølunum Tunnilsdagin

John William Joensen

Leygardagin var sera nógv jarðrok og Landsverk ávaraði bilførarar um at koyra á landsvegunum. Til tíðir sást ikki millum húsini og sambært Norðoyatunnlinum var talan um minstu ferðsluna sum verið hevur á Tunnilsdøgunum.

Í desember 2012, sum eisini vegna vánalig veðurlíkindi var ein av lakaru tunnilsdøgunum koyrdu 3.994 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin. Leygardagin vóru einans 2.440 bilar skrásettir í Norðoyatunnlinum, sum óivað er sera langt frá miðaltalinum á akførum tunnilsdagar – sum vanliga liggur omanfyri 5.000 akfør. Til samanberingar kunnu vit nevna at seinast ókeypis var at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin var í september tá 5.826 akfør vóru skrásett í Norðoyatunnlinum.

Harleywoodpaint