Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn arbeiði taka ov langa tíð

John William Joensen

Í sambandi við orðaskifti um at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi í Klaksvík og Runavík, tosaðu tingfólk nógv um, hví tað tekur so langa tíð at fáa almenn arbeiðir í gongd. Tað eru landsstýrið og Løgtingið, sum hava ábyrgd av, at hetta verður broytt , skrivar ting.fo

Í sambandi við orðaskifti um at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi í Klaksvík og Runavík, tosaðu tingfólk nógv um, hví tað tekur so langa tíð at fáa almenn arbeiðir í gongd.

Tað eru landsstýrið og Løgtingið, sum hava ábyrgd av, at hetta verður broytt.

– Fíggjarnevndin hevur roynt at broyta mannagongdirnar, men tað virkar bara ikki í veruleikanum, segði Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini.

Hann vísti á, at fleiri verkætlanir koma í fíggjarnevndina uttan at nakað forarbeiði er gjørt.

Henrik Old, Javnaðarflokkurin, segði, at um fólk halda, at ein samtykt gjørd á jólum um at senda eina rakett uppá mánan í januar, so vita øll, at tað ikki ber til.

– Tí mugu tingfólk skunda undir. Tað er tað vit skulu, segði Henrik Old.

Sirið Stenberg vísti á, at tað eru fólk, sum sita og bíða eftir at sleppa inn í búðirnar at búgva.

Verkætlanin er fyribils dýrkað úr 33 til 38 milliónir krónur, skrivar ting.fo

Harleywoodpaint