Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard sigur seg framvegis trúgva uppá eina semju

John William Joensen

Tá sendinevndirnar hjá strandarlondunum settust aftur við samráðingarborðið at tingast um norðhavssild í London í morgin klokkan 10.00, løgdu Føroyar og ES fram uppskot um at útseta samráðingarnar. Men fundurin helt fram út á seinrapartin – men fyri løtu síðan var avgjørt at niðurleggja samráðingarnar og byrja aftur tann 20. Desember.

Tá sendinevndirnar hjá strandarlondunum settust aftur við samráðingarborðið at tingast um norðhavssild í London í morgin klokkan 10.00, løgdu Føroyar og ES fram uppskot um at útseta samráðingarnar. Men fundurin helt fram út á seinrapartin – men fyri løtu síðan var avgjørt at niðurleggja samráðingarnar og byrja aftur tann 20. Desember.

Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip manna føroysku sendinevndina til samráðingarnar um norðhavssild millum strandarlondini og útlit vóru til at ein møgulig semja fór at spyrjast burtur úr.

Tá sendinevndirnar hjá strandarlondunum settust aftur við samráðingarborðið at tingast um norðhavssild í London í morgin klokkan 10.00, løgdu Føroyar og ES fram uppskot at útseta samráðingarnar. Hetta var gjørt tí mett var at skilagott var at bíðja til samráðingarumfar hevði verið um makrelin og svartkjaftin. Men hetta fekk ikki undirtøku frá hinum pørtunum og fundurin helt fram út á seinrapartin men fyri løtu síðan var avgjørt at niðurleggja samráðingarnar. Sum skilst eru samráðingarnar ikki slitnaðar tí avtala er at byrja aftur tann 20. Desember.

Damanaki og Vestergaard hittast í morgin.

Jacob Vestergaard sigur við Norðlýsið at hann framvegis trýr uppá eina semju og á fundinum í morgin við ES kommiserin verða øll mál umrødd.

– Vit fara at viðgera støðuna í strandalandasamráðingunum og fara at umrøða hvørjir møguleikar eru at finna semju í makrel og sildaspurninginum. Hetta er alt ein partur í eini tilgongd og so mugu vit síggja hvussu langt vit koma.

Neyvan nøkur semja í ár

Men ein semja við ES og hini strandalondini kemur at merkja færri tons til Føroyar og harvið minni inntøkur til føroyska samfelagið og landskassan. So hóast landsstýrismaðurin er jaligur um samráðingarnar eru tað fleiri sum vanta at eingin semja verður á hesum sinnið.

Harleyfacadeacryl