Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandarlandasamráðingarnar um sild halda fram

TÍÐINDASKRIV

TÍÐINDASKRIV: Strandarlandasamráðingar um sild millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava í dag verið í London. Ongin semja fekst um býtið á hesum sinni, og fundurin var tískil niðurlagdur.

Strandarlandasamráðingar um sild millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava í dag verið í London. Ongin semja fekst um býtið á hesum sinni, og fundurin var tískil niðurlagdur.

Næstu dagarnar og vikurnar fara Føroyar at halda tveyparta samráðingar við hini strandarlondini til tess at royna at mýkja støðuna. Sjálvar strandarlandasamráðingarnar vera eftir ætlan uppafturtiknar í januar mánaði næsta ár, tá ið royndirnar at gera semju gjøgnum tveyparta samráðingar eru loknar.

Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip mannaðu føroysku sendinevndina.